Skip to main content

Fyrstu fólkateljingarnar

onlyassignmenthelp com phd thesis on inflation targeting pieter abbeel phd thesis operations plan example business planFyrsta almenna fólkateljing í Føroyum var í 1769. Tá vóru vit 4.781 fólk.

Ymsar metingar hava verið gjørdar, hvussu fólkatalið mundi vera innan hesa fyrstu fólkateljing.

Havnarmaðurin og politikarin Anton Degn (1871-1950) skrivaði um gamlar fólkateljingar í Varðanum í 1932. Hann metti, at um ár 1330 mundu 4.000 fólk búgva í Føroyum. Hann roknaði seg fram til at 270 húski vóru í landinum tá, og at hvørt húski taldi 15 fólk.

Nakað seinni, í 1347-50, herjaði Svartideyði í Evropa. Mett verður at ein triðingur doyði av sóttini. Hóast sagnir eru um oyddar bygdir, eru eingi skjøl, sum nevna Svartadeyða í sambandi við fólkatalið í Føroyum.

Hagstova Føroya hevur í 2015 gjørt eitt yvirlit, har mett verður um fólkatalið innan fyrstu almennu fólkateljingina í 1769. Har verður mett, at í 1650 er fólkatalið 2.500, sum er tað lægsta í øllum hesum tíðarskeiði.

Eftir vánaligt veðurlag og ringar sjúkur kemur ferð á fólkavøksturin í 1813 og øldina út. Tá búgva 5.300 fólk í Føroyum. Orsøkir til fólkatalsvøksturin í 19. øld eru millum annað, at samfelagsligar broytingar fara fram, fleiri sleppa at giftast, epli kemur í staðin fyri korn, Kongligi Einahandilin verður avtikin og at skipsfiskiskapur byrjar og skapar arbeiði, eisini á landi.

Í 1901 eru fleiri enn 15.000 fólk í Føroyum. Hálvu øldina fram til 1950, tá vit telja 32.000 fólk, er miðalárligi fólkatalsvøksturin 1,51%. Tað er størsti vøkstur í fólkatalinum í miðal í øllum hesum yvirliti.

Eftir 1950 veksur fólkatalið framvegis, hóast ikki so nógv. Nú verður tosað um vælferðarsamfelagið, og tveir nýggir tættir fara at ávirka fólkatalið. Annar er minkandi burðaravlop, sum er natúrligi fólkavøksturin. Hin tátturin er nettoflyting, sum ger um seg, tá kreppa og arbeiðsloysi er í landinum. Fleiri kvinnur í burðarførum alduri flyta av landinum. Sum frá líður flyta eisini nógv ung av landinum, tí tey halda, at møguleikarnir eru betri at útbúgva seg í øðrum londum. Í 1992 er so stór kreppa í Føroyum, at ein Arbeiðsloysisskipan má setast á stovn fyri fyrstu ferð. Minst 6000 fólk missa arbeiðið og fleiri flyta av landinum. Tað er mest sjónliga broyting í øllum fólkatalsmyndunum.

Hvørja løtu kann Fólkayvirlitið boða frá, at nú varð føroyingur nummar 50.000 føddur. So mong hava vit aldri verið.

Uppgáva:

Hvørji viðurskifti hava ávirkað fólkatalið í Føroyum í søguligari tíð?

Hvørji viðurskifti, sum vit vita um, kunnu ávirka fólkatalið í Føroyum í komandi tíðum?