Skip to main content

Føroyskar kvinnur í Keypmannahavn fyrst í 20. øld

Brot úr morgunsendingini

Í morgunsendingini í Kringvarpinum tosar Rúni Jákupsson við Lív S. A. Simonsen, M.A. í søgu, um føroyskar kvinnur í Keypmannahavn frá 1900 til 1920. Upplýst verður, at í 1911 búðu 518 føroyingar í Danmark. Av teimum vóru 343 kvinnur. Støðan nógv henni, ið sæst í dag. Í 2008 búðu 7.000 føroyingar í Danmark, og av teimum vóru 4.800 kvinnur. Eldra tíðarskeiðið hevur tó ikki fingið eins stóra umrøðu, sjálvt um flytingin millum ung úr Føroyum longu tá var vorðin partur av samfelagsgongdini.

Uppgávur:

Í samrøðuni verður sagt ”at fara niður”. Hvat merkir tað? Er nøkur líknandi vending, tá farið verður í onnur lond?

Hvørji størv høvdu føroyskar kvinnur herheima, og hvørji størv kundu tær fáa niðri?

Hvønn týdning hevur tað, at kvinnur vera verandi í heimlandinum?