Skip to main content

Vit skera korn

 

Uppgávur

  1. Hvar í Føroyum eru vit?
  2. Hvør er árstíðin, nú flokkarnir skera korn?
  3. Hvat slag av korni er talan um?
  4. Hvaðan er kornið komið?
  5. Hvat fæst úr korni? 
  6. Hvat er amboðið, sum skorið verður við?
  7. Hvørjar sangir kennur tú, sum eru um heystið?

 

Hvørt ár og fram til miðjan september bjóðar Fornminnissavnið skúlaflokkum at velta í bønum við Útisavnið í Hoyvík. Í vár hava seks flokkar sátt. Nú eru vit um miðjan september. Meðan ein miðnámsflokkur úr Hoydølum er farin at skera kornið, sum er búgvið, gera vit fimm stuttar lummafilmar við telefonini.

Her síggja vit hvussu kornið verður savnað í bundi og lagt á bøin

Regin Debess, sum er savnsleiðari, sigur, at í 2016 hava seks flokkar tikið av tilboðnum at velta í bønum við Útisavnið í Hoyvík. Teir eldru flokkarnir úr Hoydølum veltu korn, meðan tveir yngri flokkar frá Skúlanum við Løgmannabreyt sáddu radisur og røtur, og hava setti niður epli.

Á hesum teigi hava tveir flokkar úr Skúlanum við Løgmannabreyt velt seksraðað bygg, sum skjótt er búgvið at skera, sigur Regin Debess, sum 14. september greiðir frá um kornið.

Her greiða miðnámsnæmingarnir úr Hoydølum frá, hvat tey gera í kornakrinum við Útisavnið í Hoyvík.