Skip to main content

Kúgv flett á gøtuni

 

Tá tiltakið Slaktið varð hildið í Tórsgøtu í Havn í 2016, varð ein kúgv flett á middegi. Kúgvin var dripin innan hon varð tikin út á gøtuna. Tá liðugt var at fletta og alt var skorið sundur, kundi netakjøtið keypast til matna. Her sæst í tveir minuttir, hvussu gekst.

Hygg at filmsbrotinum á portal.fo

 

Uppgávur:

1 Er flettingin úti á gøtuni undirhald ella upplýsing um ein part av tí mati, sum vit eta?

2 Er tað rætt at fletta dýr úti á almennari gøtu og síggja, hvussu alt fer fram?

3 Spyrjið vaksin fólk, um tað var vanligt, at tey sum børn sluppu at síggja, meðan dýr vórðu dripin.