Skip to main content

Heyst í køkinum

Nú eru vit farin inn í køkin við teim eplum og tí grønmeti, sum vit tóku upp í urtagarðinum. Vit hava alt í einum fati. Vit koyra kranan frá og skola moldina av øllum, sum vit hava tikið upp, meðan vatnið rennur.

Umráðandi er, at epli og skitið grønmeti ikki kemur í samband við kjøt, tá vit gera mat. Tá kunnu bakteriur koma í kjøtið, sum vit fáa magaeitran av. Filmurin varir í 5 minuttir.

 

Uppgávur

Hvussu vita vit, um vatnið er reint?
Hvør týdningur er at hava atgongd til reint vatn?
Hava øll í heiminum atgongd til reint vatn?
Hvørji amboð brúkar Pól, nú hann er í køkinum?
Hvar og hvussu leggur hann alt frá sær?
Hvat skulu eplini og grønmetið brúkast til?