Skip to main content

Tá øll verðin bleiv ein pallur

 

Renessansuna kalla vit tíðarskeiðið frá um 1400 til 1600, sum byrjar í Norðuritalia, og hundrað ár seinni tekur við í Bretlandi, og endar eftir at Shakespeare doyði. Renessansansuperhero writing paper free math problems complete masters thesis write and essay for me gjørdi upp við miðøld og teir tankar, sum tá vóru frammi um menniskjað og verðina.

Rannsóknarferðir vórðu gjørdar um høv, nýggj lond vórðu funnin og kort vórðu teknað av verðini, sum ikki longur var fløt sum ein pannukøka. Lond vórðu hertikin og eitt nýtt ríkidømi tók seg upp. Hjá teim ríku vórðu nýggir karmar at liva lívið, soleiðis sum tey vildu. Men átti tú einki, slapp tú ikki at spæla ein týðandi leiklut í samfelagnum.

Sum aldri áður varð hetta ein byltingartíð, ið setti nýggj krøv til hin einstaka at velja rætta leiklutin, so sum einum dámdi best til rætta høvið.

Morgan Freeman er ikki bara ein kendur og virðisløntur filmsleikari. Hann er eisini ein kend rødd at lesa kendar tekstir. Her síggja vit Morgan Freeman lesa eitt brot úr Shakespeare-leikinumAs you like it.

 

All the world’s a stage,

And all the men and women merely players;

They have their exits and their entrances;

And one man in his time plays many parts,

His acts being seven ages. At first the infant,

Mewling and puking in the nurse’s arms;

And then the whining school-boy, with his satchel

And morning shining face, creeping like snail

Unwillingly to school. And then the lover,

Sighing like furnace, with a woeful ballad

Made to his mistress’ eyebrow. Then a soldier,

Full of strange oaths, and bearded like the pard,

Jealous in honour, sudden and quick in quarrel,

Seeking the bubble reputation

Even in the cannon’s mouth. And then the justice,

In fair round belly with good capon lin’d,

With eyes severe and beard of formal cut,

Full of wise saws and modern instances;

And so he plays his part. The sixth age shifts

Into the lean and slipper’d pantaloon,

With spectacles on nose and pouch on side;

His youthful hose, well sav’d, a world too wide

For his shrunk shank; and his big manly voice,

Turning again toward childish treble, pipes

And whistles in his sound. Last scene of all,

That ends this strange eventful history,

Is second childishness and mere oblivion;

Sans teeth, sans eyes, sans taste, sans everything.

Uppgáva: Sig í stuttum, hvat teksturin omanfyri snýr seg um. Lýs røddina og tónalagið hjá Morgan Freeman, tá hann lesur. Hvørji eyðkenni hevur røddin? Hvørja rødd heldur tú vera góða og greið frá hví?

Farið á netið og finnið sangin hjá Elvis Presley Are You Lonesome Tonight.

Mitt í sanginum fer Elvis at lesa. Samanber tað hann sigur, við inngangin í tekstinum hjá Shakespeare omanfyri. Kunnu røddirnar hjá Morgan Freeman og Elvis Presley samanberast?

Lurtið eftir hesi føroysku lýsing við enskari talu, sum Kovboy Film gjørdi, tá Tavan varð kosin ársins virki.

Kjakist í flokkinum um, hvat er týdningarmikið, tá vit hoyra eina rødd lesa ein tekst.

Venjið upplestur og framburð fyri flokkinum. Finnið ein dramatiskan tekst saman við læraranum, sum tit skiftast um at lesa, eitt brot í part. Dømi um tekst at lesa kundið verið úr bókini hjá Fríðriki Bláhamar Ein vandaferð.