Skip to main content

Sýni & Dýpi 3

Finn sBókina Sýni & Dýpi 3

Sýni & Dýpi 3 er triðja sBókaheild av trimum til lærugreinina føroyskt á miðnámi og er ætlað triðja ári á trýára A-stigi.

Sýni & Dýpi 3 er sett saman av ástøðispartinum Sýni 3 og tekstsavninum Dýpi 3. Við leinkjum millum viðkomandi ástøði og tekstir eru ástøðispartur og tekstsavn tvinnað saman og mynda saman sBókaheildina Sýni & Dýpi 3.

Sýni 3 viðger førleikarnar at skriva, lesa og samskifta munnligt umframt bókmentasøgu, málsøgu, málsligan økismiss, fólkanøvn, próvtøkuvenjingar og samansettar tekstir.

Dýpi 3 fevnir um ymisk tekstsløg, sum umboða bókmentasøguligu tíðarskeiðini, sum verða viðgjørd í Sýni 3.

Sólvá Jónsdóttir og Kirsten Brix hava ritstjórnað Sýni & Dýpi 3. Dorit Hansen hevur samskipað arbeiðið.