Skip to main content

Sýni & Dýpi 1

 

Finn sBókina Sýni & Dýpi 1 

Sýni & Dýpi 1 er ein samvirkin bókaheild við tveimum bókum í einari. Heildin er ætlað C-stigi ella fyrsta ári í trýára A-stigi.

Sýni & Dýpi 1 er sett saman av ástøðispartinum Sýni 1 og tekstsavninum Dýpi 1. Við leinkjum millum viðkomandi ástøði og tekstir eru ástøðispartur og tekstsavn tvinnað saman og mynda saman sBókaheildina Sýni & Dýpi 1.

Sýni 1 viðger førleikarnar at skriva, lesa og samskifta munnligt umframt málnýtslu, málsøgu, tekstsløg og margháttað tekstsløg.

Dýpi 1 fevnir um tekstsløgini: stuttsøgur, yrkingar, skaldskap av mannamunni, sjónleik og yrkisbókmentir, umframt myndir og lýsingar.

Kristinbjørg Høgnesen og Ann Ellefsen hava ritstjórnað Dýpi 1. Sólvá Jónsdóttir og Kirsten Brix hava ritstjórnað Sýni 1. Dorit Hansen hevur samskipað arbeiðið.