Skip to main content

Arbeiðshefti til samfelagsfrøði í 8. flokki.

Hetta heftið er ikki ein læraravegleiðing, men eitt savn við eykauppgávum til “Samfelagið – og vit”, ið leggur dent á førleikamenning. Læraravegleiðingin til “Samfelagið – og eg” var bæði ein læraravegleiðing og eitt uppgávusavn. Fyrstu 17 síðurnar av heftinum er at meta sum felags læraravegleiðing fyri alla bókaheildina, meðan seinna helvtin av heftinum eru eykauppgávur til fyrstu bókina. Annars verður víst til fororðið í “Samfelagið – og vit”.

Annars skal nevnast, at á Snar eru fleiri tema, ið kunnu nýtast í samfelagsfrøðiundirvísingini.

Temu, ið kunnu nýtast í samfelagsfrøði

Samfelagsfrøðligu førleikarnir eiga at verða vandir í sambandi við øll kjarnaøkini. Hóast allir førleikar sjálvandi ikki kunnu verða vandir alla tíðina, eiga allir fakligir førleikar at verða vandir á hvørjum ári, so at næmingarnir fáa høvi at byggja víðari á undanfarnar royndir.

Førleikarnir niðan fyri eru orðaðir í tveimum setningum. Tann fyrri setningurin orðar grundleggjandi fakligar førleikar, meðan tann seinni orðar eina víðkaða fatan av førleikunum. Dugnaligastu næmingarnir eiga at megna tað seinna, meðan allir eiga at megna tað fyrra. Hetta eggjar til, at undirvísingin verður tillagað og ger hana meira fjøltáttaða. T.d. kann verða arbeitt við sama evni, har næmingarnir fáa hóskandi venjingar, sum førka teir víðari. Nevnast skal somuleiðis, at tað eru sera ymiskir hættir at menna hesar førleikar, og tað er tann einstaki lærarin, sum velur hóskandi háttalag.

Næmingurin dugir:

  • At lesa samfelagsfakligar tekstir. At samanbera og meta um samfelagsfakligar tekstir.

  • At lesa einfaldar hagtalsmyndir og tabellir. At lesa størri, torskildari hagtalstilfar, umframt at samanbera ymisk hagtøl.  

  • At lesa og endurgeva einfaldar hugtaksmyndlar. At knýta hugtaksmyndlar til kvantitativa og kvalitativa vitan.

  • At orða fakligar ivamálsorðingar og svara teimum. At skilja millum ivamálsorðingar og háttaløg á ymiskum taksonomiskum stigum (Bloom).

  • At fremja samfelagsfrøðiligar kanningar, bæði av kvalitativum og kvantitativum slagi. At skilja, nær teir ymisku kanningarhættirnir eru hóskandi at brúka.

  • At leggja fram faklig úrslit munnliga. At brúka ymiskar framløguhættir, m.a. eisini at brúka KT at stuðla framløgur við.

  • At eygleiða einfaldar samfelagsligar samanhangir í nærumhvørvinum. At gera kanningararbeiði úti í samfelagnum, har smærri einfaldar samrøður ella spurnakanningar verða nýttar.

  • At leita sær týðandi og álítandi vitan, bæði gjøgnum internetið og fysiskar miðlar. At nýta grundleggjandi keldukritikk.