Skip to main content

Stalin og kommunisman

 

 

business studies gcse coursework help content writing services in australiaSovjetiski einaræðisharrin, Josef Stalin, livdi um somu tíð sum Hitler. Stalin var ikki nasistur, hann var kommunistur, men eins og Hitler dámdi honum væl tann sterka statin.

Í Sovjetsamveldinum høvdu kommunistarnir tikið valdið við einari kollvelting. Fyri ikki at missa valdið forfylgdu teir teimum, ið ikki vóru kommunistar og tískil “fíggindar hjá kollveltingini!” Teir noyddu fólk at fara frá húsi og heimi og jørð og noyddu tey at flyta í aðrar partar í landinum. Teir sendu eisini fólk í tvingsilsarbeiðslegur í Sibiria. Tvingsilsflytingarnar vóru liður í arbeiðinum hjá Stalin at broyta samfelagið frá einum bóndasamfelagi til eitt ídnaðarsamfelag. Broytingin eydnaðist bara partvís, men nógv fólk noyddust at gjalda ein ógvuliga høgan prís. Milliónir av fólki doyðu í hungri.

Eitt annað eins týdningarmikið mál hjá Stalini og kommunismuni var tað stættaleysa samfelagið. Øll ogn var felagsogn, og øll menniskju vóru javnsett. Fyri at náa hesum máli, vórðu fólk noydd at geva seg undir viljan hjá kommunistunum og statinum og teirra áskoðan á, hvat javnrættindi vóru. Sjálvur at hava eina meining og eina áskoðan kundi vera deyðshættiligt.

Málningurin til høgru eitur Rósur til Stalin. Boris E. Vladimirski málaði í 1949.