Skip to main content

Í USA við ASF

 

Nógvir skúlanæmingar hava verið eitt ár í USA við ymsum felagsskapum. Hin kendasti er helst AFS, sum hevur deild í Føroyum.

Gjøgnum felagsskapin ber til at hýsa amerikanskum næmingum, sum koma henda vegin, og til ber eisini at fara til USA at ganga í skúla og búgva eitt ár hjá eini vanligari amerikanskari familju, sum er góðkend til endamálið.

Tað gjørdi Tróndur Vatnhamar skúlaárið 1996/97, tá hann fór til Texas, og Símun Joensen skúlaárið 2001/02, tá hann fór til Wisconsin.

Báðir eru fyrrverandi fótbóltsspælarar. Í dag er Tróndur kendur sum prátingarsamur útvarpsmaður, og Símun er lærari í Eysturskúlanum.

 

Uppgávur:

1. Hvør er í stuttum søgan hjá AFS?

2. Finn minst ein annan felagsskap, sum eisini skipar fyri skúlagongd og uppihaldi hjá skiftisnæmingum í USA!

3. Tróndur nevnir at Texas er ein Suðurstatur. Hvørjir eru Norðurstatir og Suðurstatir?

4. Tróndur nevnir eisini Bíbliubeltið. Hvat er tað?

5. Hvat er eitt Road Trip?

6. Símun nevnir World Trade Center Í 2001. Hvat sipar hann til?

7. Hevur tú nakrantíð møtt einum amerikanskum ferðafólki í Føroyum? Hvat hevði tú fyrst víst einum amerikanskum ferðafólki í Føroyum?