Skip to main content

Tá ið kvinnur stilla upp í USA

Hesin treylari, sum varar 9 minuttir, er ein brellbiti fyri amerikanska filmin Miss Representationjust anwser homework help research proposal for phd application sample (2011). Filmurin varpar ljós á teir sjónligu skeivleikar sum síggjast, tá filmsliðið fer at leita eftir kvinnum við makt í amerikanska samfelagnum. Filmurin spyr, hvat tað er, sum skapar okkara fatan av kvinnuni, mótvegis manninum. Enn hevur eingin kvinna verið forseti í USA.

 

Uppgávur:

1. Hvat merkir heitið á filminum?

2. Hvør er Alice Walker, sum eigur fyrsta sitatið?

3. Hvat merkir tað, tá sagt verður, at The Medium is the Message and the Messanger (0:46)?

4. Hvør, maður ella kvinna, er í týdningarmestu størvum í lýsingavinnuni í USA?

5. Hvør, maður ella kvinna, hyggur mest í amerikanskt sjónvarp?

6. Hvør ger av, hvat verður borið fram sum tíðindi í einum amerikanskum miðili? (3:42)

7. Hyggið eftir brotinum frá 2:16-4:00: Í trailaranum verða fýra tær máttmiklastu kvinnurnar í USA lýstar sera negativt. Hillary Clinton verður lýst við orðinum bitch. Hon verður eisini søgd at vera gomul og slitin. Condoleezza Rice fær heitið Dominatrix, og Sarah Palin og Nancy Pelosi verða hildnar at hava fingið plastiska skurðviðgerð. Hví fáa hesar kvinnurnar tílíka viðferð? Hava fjølmiðlar nakra virðing fyri kvinnuligum politikarum?

8. Hvønn týdning hevur tað fyri fatanina av konufólki í politikki og maktfullum størvum?

9. Eru tit samd við uppáhaldinum í hesum treylara? Skiftið orð um tað ger nakran mun, um tú ert maður ella kvinna í politikki.

10. Hvussu er kynsbýtið í løgtinginum? Hvussu er kynsbýtið í landsstýrinum?