Skip to main content

Lýsingarherferðir

Tímatal:

1-2 tímar

Flokkur:

Hádeild

Endamál:

Næmingarnir skulu:

1. Lesa enskan miðlatekst um lýsingar hjá forsetavalevnum í USA

2. Hyggja at vallýsingum

3. Skifta orð um úrvaldar lýsingar og samanbera úrslit

4. Vitja heimasíður hjá valevnunum sum stilla upp til valið í 2016, skifta orð um lýsingarherferðina og meta um virknisdygd av teimum ymsu lýsingunum.


Formæli

Valevnini, sum stilla upp á valinum í 2016, hava brúkt millónir av dollarum at gera ævisøguligar lýsingar og álopslýsingar. Tá samanum kemur, eru tað tó veljararnir, sum gera av, um lýsingarnar hava nakra ávirkan á úrslitið. Næmingarnir fara at kanna søguligar lýsingarherferðir og fara síðan at gera sjónvarpslýsingar sjálvir.

Upphiting

Hóast nógvir samfelagsfrøðingar í okkara internet- og sosialmiðla tíðum seta spurning við úrslitið av dýru sjónvarpslýsingunum, so seta forsetavalevnini enn nógvan pening í hetta slagið av lýsingum. Tað hevur verið vanlig mannagongd síðan amerikanska forsetavalið í 1952.

Søguliga eru mong dømi um, at lýsingar hava haft árin á úrslitið í amerikanska forsetavalinum. Lýsingarnar kunnu verða býttar í tveir bólkar: æðusøguligar lýsingar, sum hava til endamáls at vísa á dygdirnar hjá valevninum og álopslýsingar, sum hava til endamáls at peika á feilir hjá mótpartinum.

Lærarin spyr næmingarnar, um tey hava sæð nakrar vallýsingar í sjónvarpinum, á youtube, á sosialum miðlum ella aðrastaðni á internetinum, og vísir teimum heimasíðuna The Living Room Candidate. Veljið nakrar lýsingar at hyggja at í felag, og næmingarnir taka støðu til, um lýsingarnar eru ævisøguligar lýsingar ella álopslýsingar.

Arbeiðsgongd:

1. Næmingarnir skulu lesa hesa grein um munagóðar lýsingar á undanfarnum forsetavalum áðrenn tíman: Ten of the Most Effective Presidential Campaign Commercials Ever Made.

2. Næmingarnir skulu hyggja at øllum tíggju lýsingunum heima, og velja tvær, sum teimum dáma væl, eina ævisøguliga lýsing og eina álopslýsing.

3. Næmingarnir skulu lesa greinina leystliga umaftur í skúlanum: Ten of the Most Effective Presidential Campaign Commercials Ever Made. Síðan skulu teir hyggja at filmunum, teir hava valt, og loysa uppgávuna: Søguligar lýsingar – arbeiðsskjal.

4. Tosið um lýsingarnar, tá øll eru liðug við uppgávuna. Um næmingar í flokkinum hava valt tær somu lýsingarnar, kunnu teir samanbera arbeiðsskjølini. Næmingarnir skulu eisini skifta orð um munin millum tær positivu og tær negativu lýsingarnar og kanska meta um, hvat hóskar best til tey ymsu valevnini.

5. At enda kunnu næmingarnir fara inn á PBS NewsHour heimasíðuna at gera lýsingar, sum kunnu verða deildar á Facebook aftaná. Næmingarnir skulu rita inn við Facebook og gera tvær lýsingar, eina positiva og eina negativa. Teir skulu brúka sína vitan um søguligar lýsingar, tá tey velja myndir og tekst og duga at grundgeva fyri, hvussu teirra lýsing líkist teimum søguligu lýsingunum. Gevið gætur, at hóast heimasíðan er frá 2012, kann hon framvegis verða brúkt til valið í 2016.

Eykaarbeiði:

1. Næmingarnir kunnu hyggja at øllum lýsingunum og kjakast um, hvørjar lýsingar eru mest sannførandi.

2. Næmingarnir kunnu eisini gera lýsingar við egnum upptøkutólum ella telefonum, eftir at tey hava arbeitt við at gera lýsingar á PBS NewsHour heimasíðuni.

3. Næmingarnir kunnu vitja heimasíðuna hjá valevnunum ella fara á YouTube at leita eftir lýsingum frá 2016.