Skip to main content

Rógvu-Jógvan

Fyrr í tíðini varð deyðseyði ikki pikkaður í Vestmanna bygd í Norðstreymoy í tí hagaparti, sum kallast í Dølum, og hildið var, at ein huldumaður mundi búgva har og ansa eftir deyðseyðanum. Hvørt ár um heystið, tá ið vestmenningar vóru á fjalli í Dølum til at taka skurð, løgdu teir besta seyðin eftir á rættini, fyrst tá ið teir fóru at taka veðurlambsskurð og síðan uppaftur í klippingini, og morgunin eftir var seyðurin altíð burtur. Tað var løn til huldumannin fyri tað, at hann ansaði so væl eftir deyðseyðanum.

Jógvan, bóndi á Rógvu í Vestmanna, var størsti eigindómsmaður í bygdini og frágerðarmaður í mongum lutum, helst til styrki.

Ein dagin um heystið, sum teir vóru á fjalli í Dølum, noyddist Rógvu-Jógvan heim aftur til hús um kvøldið, tí konan skuldi eiga barn; men hinir fjallmenninir lógu eftir í einum húsi, sum teir høvdu allir í felagi í haganum. Hann segði tá við hinar, ið eftir vóru, at teir kundu taka hvønn seyð, ið teir vildu, til matarseyð, men hin gráa ómarkaða skuldu teir lata vera - hann visti, at tað var hulduseyður. Yvirvaksin var hann allan seyð, hesin grái. Best sum Jógvan er farin, sigur Andras í Lon, kallaður Stóri Andras: “Hasin grái ómarkaði er ein sáttarseyður; honum skulu vit hava krás av.” Teir drepa henda seyð og kóka um kvøldið. Sum teir hava lagt uppúr og eru setstir at eta, kemur ein hundur inn við reyðum helsi. Sjúrðarstovumaðurin blakar hundinum aðra hálva síðuna; hundurin fer við henni, og tá hoyra teir huldumann buka hann fyri durunum.

Um morgunin fer Rógvu-Jógvan norður aftur í Dalar til hinar at reka seyðin heim. Á veginum leggur hann seg at drekka úr einari keldu, og sum hann reisist upp aftur, nú stendur ein huldumaður uppi yvir honum. Báðir hava hund, og hundarnir leypa alt í einum saman at bítast. Kristinmanshundi stendur tap til, tí hulduhundurin hevur helsi, sum forðar hinum, so hann fær ikki bitið. Tá ið Jógvan sær hetta, setur hann stavin niður ímillum hálsin og helsið á hulduhundinum, so helsið brestur, og nú vinnur hansara hundur. So rúka menninir báðir saman at berjast. Jógvani stendur tap til; men hundur hansara loypur í knæsbøturnar á huldumanninum, og tá verður Jógvan við yvirlutan og drepur huldumannin. Síðan dró hann hann oman á Ennið og gróv hann har.

Tá ið Jógvan kom aftur í Dalar, var hann ikki greiður at møta. Eingin tordi at fara á fund hansara uttan Andras; hann tordi at møta honum, segði hann: tí sær tordi Jógvan einki at gera. Hesin Andras var tiltikin, bæði fyri stødd og styrki. Eitt løgboðið var tá í tíðini í Føroyum, at neytagarður skuldi til hæddar vera undir hond á manni, men ikki á Lítla Manni í Hesti og ikki á Andras í Lon í Vestmanna - tí Lítli Maður í Hesti var ov lítil og Andras í Lon ov stórur.

Men síðan ta tíð hevur deyðseyði verið pikkaður í Dølum sum aðrastaðni.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.