Skip to main content

Svínoy

Tað er manna søgn, at Svínoy sum aðrar av oyggjunum var flotoy av fyrstu tíð. Hon kom upp fyri norðan, men sást sjaldan av fólki, tí at hon førdi sum oftast toku við sær, og var sjálv huld í mjørka. Nú skal sigast frá, hvussu til bar, at hon varð føst oyggj.

Í bygdini á Viðareiði í Viðoynni áttu menn eina súgv, men ongan gølt, og tó var súgvin kviðin á hvørjum ári og átti grísar. Allir undraðust mikið á hetta og kundu ikki fáa skil á, hvussu hetta bar til. Fólk søgdu nú, at tey høvdu saknað hana stundum úr bygdini, men at hon tó altíð var komin skjótt aftur.

name for event planning business best resume writing services in atlanta ga ga home business plan descriptive essays about the beachEin dagin fór hon kvikliga eystur ígjøgnum bygdina og yvir um eið móti Eiðsvík. Ein kona fekk fatur á henni og bant lyklakippu upp í halan á henni; súgvin fór á sjógvin og svam frá landi. Nakað eftir hetta síggja menn á Viðareiði oyggj koma undan sunnanvert á eiðinum; teir manna sum skjótast út bát og rógva at oynni, og nú kundu teir bæði finna hana og lenda á henni; tá ið súgvin hevði borið jarn út á hana, festist hon, og straks lýsti í mjørkanum, sum hevði ligið um hana, og har hevur hon ligið síðani.  Men teir kallaðu hana Svínoy, av tí hon var full av svínum, tá ið teir komu út á hana, og svín hevði fest hana í botn, so at hon ikki var flotoy longur; men úti á henni var tað, at viðareiðssúgvin hevði søkt sær brund.

Kelda: V.U. Hammershaimb: ”Færøsk Anthologi I”, 1891