Skip to main content

Tann eingilska keldan

Nakað innan fyri Strendur er ein kelda, sum kallað verður: Tann eingilska keldan. Hon hevur sera gott og kalt vatn; hon skal ikki vera stórt størri í regnveðri enn í turki.

Á hvørjum hásumri eru tað minst tveir mánaðir, ið hon ikki rennur. Tað eru menn, sum halda, at ta tíð, hon er burtur (henda tíð skal fyrr hava verið meira reglulig enn nú), skal hon renna í Onglandi.

Søgnin sigur, at meðan eitt eingilskt fiskiskip einaferð lá inni á Kongshavn, vóru skips-menninir í landi at fáa sær vatn úr hesi keldu. Tá ið skiparin hevði drukkið av vatninum, helt hann fyri: “Hetta vatn er ov gott at renna her - hereftir skal tað vera tveir teir heitastu mánaðirnar á hvørjum ári í Onglandi.”

So skuldi verða. Hesa tíð skuldi keldan síðani á hvørjum sumri hvørva.

Andreas Weihe: “Tjóðminni”, 1938