Skip to main content

Annika (Anikjan)

 

psychology masters without thesis custom admission essay about myself phd thesis 0n feedback in e learningAnnika (Anikjan, Anikin), dóttir sandoyarsýslumann og systurdóttir Jógvan Lýðarson gamla, sandoyarprestin, var matmóðir í Stóru Dímun. Hon beindi fyri manni sínum og tók ein av húskøllum sínum til mann í staðin. So varð hon dømd lívleys, men vildi ikki ganga undir dómin og setti menn til at verja oynna, so at eingin slapp uppá. Tvær uppgongdir eru í Dímun, onnur fyri eystan og onnur fyri vestan, og tveir menn vóru settir til at verja hvør sína kleivina. Í trý ár vardi hon oynna og forðaði øllum, bæði øvrigheit og øðrum, uppgongu; men umsíðir sveik annar kleivverjin hana. Bátur var komin inn í Breiðanesbarm eystarumegin, og bátmenninir vóru slopnir upp. Ein nólsoyingur stóð fyri ferðini. Hann hevði gjørt fyri lívi sínum,  men lovað var honum av øvrigheitini, at, um hann kundi taka Dímunarkonuna og føra hana til Havnar, skuldi hann eiga lív. Rætt sum hon stóð og gjørdi út á ein mjólkgreytarpott og einki vardi, komu menninir á hana - pápi hennara ímillum teirra. Hon flaknaði við, tí nú vóru eingi ráð at halda ímóti. Tá gav hon húskallinum, ið hon hevði til mann, greytarsneisina um skortin og segði, at hetta skuldi hann hava í løn afturfyri, at hann hevði ansað so væl eftir. Pápan spurdi hon, hvønn stakkin hon skuldi fara í til Havnar: hin reyða, hin bláa ella hin grøna. Tað lá sektin á, helt pápin við hana: hon var ikki boðin í brúdleyp. So varð hon tikin og førd til Havnar. Tá ið menninir fóru avstað við henni, rópaði hon, at ikki mátti vera tikið frá soninum tað, sum hon var von at geva honum hvønn morgun: eina tint av náttróma. Endi hennara varð tann, at hon varð niðursøkt á Havnarvág. Í fyrstuni fleyt hon, tí hárið helt henni uppi; men so vóru flætturnar skornar av henni, og tá dumsaði hon í botn.

Sonur Anniku í Dímun æt Lýðar og var kallaður »Vegarin« av tí, at hann var so frálíkur til at vega gøtur (rudda vegir). Nógvar gøtur hevur hann vegað í bjørgunum í Dímun og Skúgvoy. Hegnarmaður var hann og avtakamaður til bakkagongu, fram um allar til at taka loft. Í Skúvoyarbjørgunum er ein klettur, kallaður Vegaransklettur eftir honum; har tók hann loft inn undir. Vegarin búsettist í Skúgvoy og flutti síðan til Húsavíkar. Har vísist enn Vegarasteinurin: ein klettur, sum hann skal hava borið og lagt har, sum hann liggur.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.