Skip to main content

Marra

Marra líkist teirri fagrastu gentu, men er tó hitt versta trøll.   Um nætur, tá ið fólk liggur og svevur, kemur hon inn og leggur seg á tey og trýstir so fast á bróstið, at tey fáa ikki drigið anda, ei heldur rørt lið ella lim. Hon fer við fingrum sínum inn í munnin á teimum at telja tenninar; leivast henni stundir at fáa tær taldar, missir maðurin straks  andan og verður
lívleysur. Tey eiga tí at royna at fáa marru burtur av sær og reka hana út, og eru tey tá ment at rópa: “Jesus”, má hon flýggja og hvørvur sum skjótast út. Teir tykjast ofta at liggja alvaknir og at síggja marru koma inn í stovuna, fram at seingini og leggjast oman á rekkjuváðina og fara at trilva inni í munninum eftir tonnunum, og kunnu tó einki gera fyri at verja seg ímóti henni. Um kvøldið kann hon vera í stovuni og tó ikki síggjast; men tað spyrst, tá ið tú tekur knív  og ballar inn í klút ella sokkaband, sum er tvífalt lagt í helvt, og førir knívín tríggjar ferðir í ring um teg av aðrari hondini og í aðra, meðan tú lesur:

Marra, marra, minni,
ert tú her inni,
minnist tú ikki slagið tað,
ið Sjúrður Sigmundarson gav tær
á granarbeinið á sinni?

Marra, marra, minni,
ert tú her inni,    
út skalt tú fara,
bera bæði mold og flag
og alt, ið her er inni!

Liggur nú knívurin inni í buktini á tí tvífalt samanlagda bandinum, tá ið tað er rikið upp aftur, tá er  marra inni, og tá má sami atburður vera havdur við knívinum og bandinum at royna at fáa marru út koyrda.

Gott sigist tað líkaleiðis at vera, fyri at forða henni at sleppa upp í seingina, at venda skónum soleiðis um kvøldið, tá ið niður verður farið, at hælurin horvir ímóti  seingini og framskógvurin frá henni út eftir gólvinum; tá skal marra hava ilt við at sleppa upp í song.

V.U. Hammershaimb: ”Færøsk Anthologi I”, 1891