Skip to main content

Dvørgar

Dvørgar eru lágir og tjúkkir, skeggleysir, men tó ikki ljótir á at líta.   Teir búgva í stórum steinum ella í heygum undir klettum; tílíkir dvørgasteinar finnast víða hvar í oyggjunum. Dvørgar eru góðsligir, men tola ikki klandur nær bústaðinum; tá verða teir illir og fara í vreiði burtur haðani; tí stendur hin stóri dvørgasteinurin í Skúvoy klovin sundur, tí at tveir dreingir, sum har á sinni vóru staddir, bóðu ilt og bardust; tá flýddu dvørgarnir og kluvu steinin.

Dvørgar eru bestir smiðir. Av teimum lærdu menn fyrst at herða stál í vatni; áður tandu teir jarnið út og smíðaðu tað við at buka tað kalt við hamri. Dvørgatólini smíða sjálv. Dvørgamegin er í beltinum, sum teir gyrða seg við um miðju; fært tú beltið frá dvørgi, er hann fyri einki, og kunna tá leggjast treytir á hann at smíða, hvat maður krevur, og geva dýrgripir fyri at fáa aftur beltið. Undir steinunum,  hvar teir búgva, kann ofta síggjast øska liggja, sum er sópað út úr smiðju teirra.

buy essay papers cheap essays on me phd dissertations databaseEin klettur stendur í Gásadali, hvar íbygt er av dvørgum; har inni hoyrast teir stundum smíða. Ein fátækur maður var eina ferðina norður í Tungu og setti upp torv; hann sá klettin opnan og dvørgarnar smíða har inni; hann gekk nærri at hyggja at hesum. Dvørgur kom tá út í dyrnar og segði við hann: ”Nasadjarvur vart tú, so fátækur tú ert; tó skalt tú eiga henda knívin”, og nú kastaði hann honum út ein knív, ið var so hvassur, at hann beit alt, ið bar við eggina á honum, hvussu hart mundi vera.

V.U. Hammershaimb: ”Færøsk Anthologi I”, 1891