Skip to main content

Vættrarnar á Skála

cheap content writing service phd thesis front page latexEitt sodnhús brendi av hjá einum bónda á Ytra Skála í Eysturoy. Stutt eftir henda tilburð droymdi konan eina nátt, at ein vættur kom til hennara og segði, at, um sodnhúsið varð ikki uppafturbygt, komu allir vættrarnir at doyggja í kulda; sodnhússprekini kundu tey finna yviri á Lignesi (innan fyri Sølmundarfjørð) - hagar vóru tey rikin. Konan varaði nú mannin um, at hann skuldi gera sodnhúsið upp aftur, og segði honum frá dreymi sínum; men bóndin lurtaði ikki eftir henni. Aðra ferð droymdi konan hetta, at vætturin kemur til hennara og sigur tað sama sum fyrru ferð. Hon varar uppaftur bóndan við; hann fer yvir á Lignes og finnur sprekini har, soleiðis sum vætturin hevur sagt; men síðan hugsar hann einki meira um hetta. Triðju ferð kemur vætturin fyri konuna í dreymi og er nú ógvuliga ruskut. Hon sigur tað sama, sum hon hevur sagt hinar báðar fyrru ferðirnar, og leggur til, at hetta er seinasta ferðin, at hon kemur, og verður ikki sodnhúsið bygt aftur, skal altíð elsta soni á hesum breyði baga okkurt. Konan varar nú mann sín so mikið við, men ikki varð sodnhúsið afturbygt. So gekk, sum vætturin hevði lovað: elsta soni, ið borin var til garðin, bilaði vit so aldeilis, at hann kundi ikki festa, og næstelsti sonur fekk garðin. Elsta soni hansara baggaði eisini vit, so hann kundi heldur ikki festa garðin, men hin næstelsti festi. Tá ið komið var í triðja lið, bygdi bóndin sodnhúsið aftur, í sama sinni sum hann giftist, og tá kom hin sami vætturin í dreymi fyri konuna og lovaði, at fyrsti sonur, sum hon føddi, skuldi vera vitugur og fáa garðin í festi. Og so varð.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901.

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.