Skip to main content

Ungajógvanssynir

leadership assignments for high school students cpm student homework help financial plan template for business planGuttormsjógvan, sonur Guttorms á Skarvanesi, var fimti maður frá húsfrúnni í Húsavík. Hann átti óðalsjørð í Hvalba, tíggju merkur, sum hann hevði samlað av brotagóðsi, og fór hagar at seta búgv. Men av tí at frekir útlendskir ránsmenn komu til Hvalbiar so ofta, varð hann ikki verandi har leingi, men býtti til Skálavíkar í Sandoy, sum hann fekk til tíggju merkur. Sonur Guttormsjógvans var Ungi Jógvan.

Stræti æt ein maður, ið búði undir Hagabrekku. Hann átti eina dóttur. Summarmálamorgun (14. apríl), sum hon var úti at sita hjá gásum, fleyg ein gás upp fyri henni frá ungum sínum. “Lukkudýr verður tú,” segði mamman við hana, tá ið dóttirin segði henni frá. Ungi Jógvan búði í Dalsgarði, men hevði ongan til at standa fyri garðinum. Hann tók tá Strætadóttur til sín at standa fyri Dalsgarði, men kom fyri leysingabarn við henni og koyrdi hana heim aftur undir Hagabrekku, áðrenn hon átti barn; tí harðar bøtur vóru settar fyri hvønn tann, ið kom fyri leysingabarn. Tá ið nøkur tíð var umliðin, tók hann hana aftur til sín, kom fyri annað leysingabarnið við henni og koyrdi hana so burtur aftur aðra ferð. Bæði børn vóru dreingir; hin eldri var kallaður Símun, hin yngri Hanus. Óflýggjaligir búrkroppar vóru teir, ránsmenn og manndráparar, tá ið teir vuksu upp og mentust, og drupu frá hendi; men ikki vóru teir megnarmenn. Teir fóru um at stjala seyð um næturnar og løgdu køkjur um hestarnar. Ungi Jógvan tók síðan Strætadóttur til sín og giftist við henni. Tey áttu tá drong saman (fyrsta ektabarnið), ið kallaður varð Antinis. Hann var eitt góðmenni og ongantíð uppií við hinum eldru brøðrunum. Ikki vetaði hann tað, sum kom í pottin frá teimum; tí hann helt tað vera tjóvafola. Fjórði drongurin æt Jógvan og giftist í Skála undir Hagabrekku; hin fimti var Niklas, ið var uppsitari á Hamri og síðan fór til Kirkjubøar.

Høgni, kallaður Heykurin Fagrahár, búði í Innaradali í Skálavík. Hann var av fimastu monnum og óføra lættur á føti. Ungajógvanssynir vóru illa sintir inn á hann, tí hann forðaði teimum so ofta í ránum teirra, og ikki tordu teir at boða til. Trætnaður var ímillum dalsgarðsmenn og oyrarmenn um mark, og Høgni vitnaði við oyrarmonnum ímóti dalsgarðsmonnum. Annað hevði hann ikki gjørt til sakar, tá ið ungajógvanssynir svóru at vilja drepa hann. Høgni hevði snevilin av tí, at teir løgdu eftir honum, men hann helt seg vera so kvikan til fóts, at hann kundi verja seg sjálvan. Eitt kvøldið var hann farin oman á mølina til at leita eftir reka. Eitt æl kom á, og hann krokaði inn í eitt neyst. Men áðrenn hann vardi, vóru teir eftir honum, Símun og Hanus, slógu hann í høvdið við einari ár og drópu hann. Ein kona á Hamri var farin í gólv. Jarðarmóðirin hevði verið hjá henni og var á veginum heimaftur. Hon var nakað tung upp á sporið, tí hon var nógv við barn sjálv. Leið hennara lá fram við neystadurunum; tá ið hon kom hagar, gleið hon, tí hált var av blóðinum, ið fleyt út úr neystinum. Hon leit til viks og sá Høgna liggja dripnan: “Her liggur tú, Heykurin Fagrahár! Ungur lætst tú títt lív við tínum gula hári.” Men í tí sama var hon var við ungajógvanssynir og hevði fyri munni sínum: “Tit gudsbørnini, tit eru her niðri í kvøld!” og gekk so heimeftir, tað dýrasta hon orkaði. Tá hoyrdi hon annan siga: “Tú slepti henni!” og hin svara: “Hon er ikki langt komin enn.” Hon at renna og teir aftaná. Tá ið hon kom í dyrnar hjá sær, svímaði hon; tá vóru teir í hølunum á henni, men í sama bili stóð maður hennara fyri teimum við øksi í hondini, og so hildu teir burtur aftur. Kropp Høgna gróvu ungajógvanssynir niður í eina tjørn, kallað Heljareyga.

Ungi Jógvan og synir hansara róku vargaseyð eitt heystið. Sum teir sótu í rætt (Kvíggjagilsrætt, ovast í Húsavíkar bø undir einum hamri) kom Mortan á Skarvanesi uppi í erva og snaraði sín langa veðrastav inn í ullina á einum tí besta geldseyðinum, sum hann náddi. Veðrastavir, sum menn høvdu tá, vóru nevndir so av tí, at veðrar ella knabbar vóru undir hólkunum. Hann loftaði seyðinum, tók hann upp á bakið og so sín veg. Símun og Hanus sprungu á føtur, vildu leypa eftir honum og beina fyri honum, men Ungi Jógvan segði, at teir skuldu ikki fara: tí teir komu tá verri aftur, enn teir fóru. So leið eitt ár um. Tá møttust teir, Mortan og ungajógvanssynirnir (Símun og Hanus) “ímillum Vatna,” har sum Skarvanes, Húsavík, Skálavík og Sandsbygd koma saman. Símun og Hanus herjaðu á Mortan og beittu hundin á hann, men hann sló eftir hundinum við stavi sínum og rakaði hann tvørtur um tjógvini, so hann feyk langan veg burtur. Síðan vendi hann stavknappin til teirra og vardi vegin heim til Skarvanes aftur eftir hæli.

Jógvan Mortansson í Trøðum (heima á Sandi) var ein avtakamaður. Ungi Jógvan og hann vóru grannar í haganum og grasningur var teirra millum. Einaferð stevndu ungajógvanssynir honum til at møta við markið. Fólk bønaðu hann ikki at fara einsamallan; øll vistu, hvussu vorðnir ið teir vóru. Men Jógvan var fúsur at fara. Hann skefti sær ein stav um kvøldið, gjørdi knapp á ovara enda, knív á niðara og slíðrar útyvir. Tað gekk eftir vón. Ungajógvanssynir komu alverjaðir og skuldu leggja hendur á hann beinanvegin; men Jógvan var kvikur og rendi stavknappin fyri bringuna á tí fremsta, so óstbeinið brotnaði, og hann reið opin aftur í eina keldu. “Hesin hevur fingið knappin,” segði hann; “kemur annar aftur, skal hann smakka knívin.” So tók hann slíðrarnar av og vísti teimum. Teir ræddust og tóku til beins undan honum. Síðan gekk Jógvan Mortansson altíð útgjørdur við verju.

Einaferð var Jóanis, beiggi Jógvans Mortanssonar, burturi í haga. Tá komu ungajógvanssynir og góvu seg til at ganga eftir honum, helst upp á dráp. Hann helt undan, men orkaði ikki at ganga teir av. Tá ið hann kom oman í Fossabug (væl oman fyri Traðahamar) og var illa staddur av teimum, rópaði hann so hart, ið hann var mentur: “Jógvan beiggin! Hvar ert tú nú?” Tá ið teir hoyrdu hann sjálvan nevndan, vendu teir. Tá sat Jógvan úti á havi.

Jógvan Mortansson hevði ein húskall, sum æt Kartnir. Ein dagin, sum hann var burturi í haga, løgdu ungajógvanssynir eftir honum. Hann flýddi undan oman í Traðahamar til at skýla sær har sum rópast á Stavunum (frá Traðafossi suðureftir), og har steinaðu teir hann deyðan av eggini omanfyri. Kartnarsáirnar eru í Stavunum og eru nevndar eftir Kartnari. Tá ið Jógvan bóndi frætti hetta, varð hann so uppøstur, at hann tók ein sodnspøl í hondina og leyp avstað alt fyri eitt til at beina fyri teimum. Á veginum sló hann í túgvurnar og segði, at, sum her feyk fyri sodnspølinum, so skuldi høvdini á ungajógvanssonum fúka. Men ikki hitti hann teir í teirri ferð, tí tá vóru teir flýddir. Søgn er, at tað jarmar viðhvørt í Stavunum, helst undan ófrættum, so ønskriligt úteftir at hoyra. Ímillum jarman og mannamáls skal tað vera á ljóðinum.

Ungi Jógvan og synirnir komu av útiróðri ein dagin og høvdu einki fiskað. Dánial Nilsson av Hamri í Skálavík hevði verið úti eisini og fiskað væl. Í tí at hann vildi leggja at, vóru hinir fyri honum á mølini og tóku at blaka við gróti eftir honum og monnum hansara. Dánial bað um landafrið, Guds frið og kongs frið, men Ungi Jógvan svaraði: “Tú skalt fáa ein fanans frið.” Frammaðurin hjá Dániali (Absalon æt hann), eitt reystmenni, hevði tá stýrið fyri bróstið á einum av dalsgarðssonunum, so hann fell øvigur aftur; tá flýddu hinir, og dánialsmenn skipaðu veiðina uppúr í friði. Síðan tók Dánial upp søksmál, og Ungi Jógvan varð at bøta 60 gyllin.

“Tummasdrongsstykki” eitur eitt stykki av jørð í Skálavík. Jógvan í Skála (fjórði ungajógvanssonurin) hevði ein heilsuveikan uppgávudrong, sum kallaður var »Tummasdrongur«. Sum teir stóðu og ripaðu korn ein dagin, og Tummas fór at syngja ein sálm, tók Jógvan eina hálmahond (ein hólga) og sló hann undir vangan so fast, at hann fall deyður í bundið.

Einaferð sum húsavíkingar bóru tara, gingu ungajógvanssynirnir Símun og Hanus uppi á Stórafjalli oman fyri Húsavík. Húsavíkingar tosaðu teirra millum, um nakar mundi vera so djarvur, at hann tordi at fara til teirra og taka hundin av teimum. Servin (prestasonur úr Vágum) lovaði tann besta geldseyð, ið hann átti, til tann, sum hættaði sær at gera tað. Pálsjákup, uppsitari á Haga í Húsavík, avtakamaður bæði til hendur og føtur, helt seg til og fór við taraskinni á ryggi og knívi við lær upp á Stórafjall til teirra. Símun, ið átti hundin, hevði band á honum og helt í bandið. Pálsjákup legði knívin á hond hansara og segði, at annaðhvørt skuldi hann sleppa hundinum ella missa hondina. Símun slepti og var glaður við boðið. Pálsjákup loftaði hundinum, fór oman aftur við honum og tveitti hann á sjógvin. Stórur missur var í hundinum hjá ungajógvanssonum, tí ikki kundu teir leika so í eftir tað, sum teir høvdu gjørt fyrr.

Neyðarsligir vóru teir, tá ið teir vóru gamlir og ikki orkaðu at ræna og drepa longur. Hanus doyði sum búmaður í Dali. Símun var í húsunum hjá honum eina tíð, men fór so aftur í Dalsgarð og doyði har.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901.

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.