Skip to main content

Tróndur í Skála

(Festi 21.9.1683)

Tróndur í Skála var sýslumaður í Sandoy og vetrarfúti, og vetrarfútanum tilkom at goyma leigubúðlyklarnar. Tróndur fór norður um fjørð at fáa sær konu. Hann kom inn á Skála í Eysturoy, og har møtti hann einari gentu, ið honum tókti væl um; hann segði hvør hann var, og spurdi, um hon vildi verða kona sín. Hon svaraði, at tað fór ikki at bera til, tí hon var dóttir Lokka á Skála, ið var brennimerktur maður. Tróndur bannaði pápa hennara og fór sín veg.       

Dánial Jensen í Skála, Skálavík. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.

[Bygd: Skála]

Eftir Kongsbóndabókini hava tveir Tróndar verið í Skála, Tróndur Jørgensen, Joen Joensen (Rádni Jógvan?) og Tróndur Joensen. Báðir hava helst verið sýslumenn. Tróndur Jørgensen sýslumaður í Skálavík var giftur við Marion Nielsdatter, dóttur Niels Christensen, Sandoyarprest 1583-98, sigur N. Andersen.

Hesin Tróndur Jørgensen man vera sonur Jørund Svøvn. (Um hann skrivaði Hans Dalsgaard í “Varðanum”, 4. bindi.)

Brúdleyp ella onnur veitsla hevði verið í Skálavík. Dóttir Halgir Grál turkaði korn; antin hon hevði verið í veitsluni, eri eg ikki vissur um, men Andras í Trøðum á Sandi fór í sornhúsið til hennara. Hann kastaði svøvntoll á hana og framdi so sín vilja við henni. Hon varð við barni eftir hetta, men visti ongan pápa. Drongur var, ið hon átti, og fekk hann navnið Jørundur Svøvn. Hon segði, ið hvussu var, hvørki fyri soninum ella øðrum, hvør pápin var.

So einaferð, Jørundur var tá tilkomin, norðuri í Havn, møtir hann einum manni, ið spyr, hvør hann er. Hann sigur seg vera Jørund Svøvn. Hin sigur: “Eg eri Andras í Trøðum, og eg eri pápi tín”. (Hvat meiri varð sagt teirra millum, minnist eg ikki at siga frá. J. D.)

Jørundur Svøvn fann Jørundsmið, ið er uttasta mið á Skálvíkshavi. (Jósupsskalli er ikki langt frá, men hvørjum hann eitur eftir, veit eg ikki). Jørundur skuldi eisini hava funnið “Pannuna” í Sandshavinum, ið var tiltikið kalvamið. Kalvarnir av “Pannuni” skuldu vera móti avdeyðakúnni í mati.

Eg kann nevna, at sagt var, at maður misti snøri við kalva á Skálvíkshavi, og kalvin varð fiskaður aftur á “Pannuni” sama dag við snørinum uppi í sær.

Tróndur Joensen var pápi Óla Tróndarson.

Festið, ið nú er á Trøðni, var í Skálahúsinum, inntil Óli Tróndarson tók við og bygdi norðuri á Trøð.      

Hanus Sømark í Smiðsstovu, Skálavík. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.