Skip to main content

Bembil

Ein heimasandsmaður (maður heiman av Sandi í Sandoy) fór einaferð eystur til Skálavíkar í brúdleyp. Hann var á hesti, og sum hann reið eystur undir Tróndadalslíð, hoyrdi hann eitt rópa: “Hoyr tú, maður, í líðini ríður! Ber boð í bý, sum brúdleyp er í, at Bembil er deyður, og barnið er brent!” Tá ið maðurin kom í brúdleypshúsið, segði hann hetta: “Bembil er deyður, og barnið er brent.” Tá sprakk eitt undan borðinum og rópaði: “Tað var sonur mín.”

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901.

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.