Skip to main content

Ikki ráðaleysur

Einaferð var gamli bóndi á Skælingi, faðir til sterka Sjúrða, burtur í haga fyri sonin, sum annars plagdi at røkja garðin fyri tann gamla; men henda dagin var Sjúrður á útróðri, og tað mundi verið tí gamla at bana: Dalsmenn og skælingsbóndin sótu illa um sátt. Og ikki var tann gamli komin niður ímóti dalsmarkinum, áðrenn dalsmenn komu tuskandi eftir honum. Teir høvdu altíð havt í kvittanum at gera enda á tí gamla; tí so vóru enn størri líkindi hjá teimum fyri eisini at fáa bilbugt við sterka Sjúrða.

Tann gamli tók til beins undan teimum tað sindrið, hann dugdi, og stevndi norður móti Skoradalsegg. Komin so langt sá hann, at dalsmenn vóru beint í hølunum á honum. Sveittin rann av honum, og fyri seg sjálvan helt hann, at nú vóru góð ráð dýr. Tí at renna undan teim ungu dalsmonnum kundi hann ikki longur.

Hann vendi sær knappliga um ímóti dalsmonnum, steðgaði á og rópti:
“Sjúrður, sonur mín, nú komst tú mær væl við!”

Tá ið dalsmenn hoyrdu Sjúrða nevndan, snúðu teir á og sluppu sær burtur.

research paper on chocolate 50 great essaysVæl hýrdur yvir at snildið hansara hevði eydnast so væl, fór eisini gamli bóndin á Skælingi heim til húsa.

Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933