Skip to main content

Gívrinar hol í Sandoy

best dissertation writing and research for construction students term papers critical thinkingFyri vestan Sandsbygd er eitt stórt hol niður í jørðina, sum kallast “Gívrinar hol”; undir tí býr ein gívur.

Tað er manna søgn, at maður fór heiman av Sandi og niður á botn á holinum at finna gívrina. Hann kom væl fram sína ferð og sá har yvirvaksna kelling standa og mala gull á eini kvørn;  eitt lítið barn sat inni hjá henni og spældi sær við eitt gullkelvi. Kellingin var blind, og tí hætti maðurin sær so spakuliga fram at kvørnini og tók til sín av gullinum, ið hon mól.

Gívurin hvørki sá ella hoyrdi nakað til hansara, men kendi tó á sær, at okkurt ilt mundi vera á ferð og mælti tí: “Annaðhvørt er tað músin, ið melur, ella tjóvurin, ið stjelur - ella ruggar henda gamla ikki rætt”. Maðurin fór nú frá henni við gull-inum, tók gullkelvið frá barninum og sló tað í heysin; tað fór tá so sárt at gráta.   Nú, gívurin hetta hoyrdi, grunaði hon ilt og sprakk á føtur, trilvaði eftir honum um alt hellið, men fann ongan, tí at maðurin var tá longu sloppin upp úr holinum, stigin á hestin og tví-sporaði sum skjótast heim við gullinum.

Gívurin rópaði tí sum harðast eftir grannkonu síni, segði henni frá sínum vanda og bað hana hjálpa sær at taka tjóvin. Hon var ikki sein á føtur at renna eftir honum, ginaði tvørtur um vatnið so fast, at fótasporini síggjast enn í steinunum hvørt spor sínumegin vatnið, og kallast tey  “Gívrinar spor”.

Hann var komin so væl framman undan, at langt var ímillum teirra, til tess hann kom á Vølismýri, tá var hin gívurin komin honum so nær, at hon náddi at tríva um halan á hestinum, og hon slepti honum ikki, men steðgaði hestinum í ferðini; maðurin  koyrdi so hart undir hestin, at hann sprakk fram eitt lop, men halin slitnaði frá, tí at gívurin var føst á fótum og orkaði at halda ímóti; hesturin datt, og maðurin fram av honum - tá sást kirkjan, og maðurin var bjargaður, og gívurin, sum tá einki vald hevði á  honum, mátti við tí skili venda aftur.

Enn hoyrist yvir “Gívrinar holi”, hvussu hin gamla blinda gívurin melur gull í tí djúpa hellinum.

V.U. Hammershaimb: ”Færøsk Anthologi I”, 1891