Skip to main content

Helluhagin ella handan skarð

Søgnin sigur, at einaferð fuglfjarðarbóndin var burtur í haga, var oyndfjarðarbóndin á fjalli í skurð í Helluhaganum (nú: Handan skarð), sum tá hoyrdi til Oyndarfjarðar.

Báðir bøndurnir funnust í haganum og skjótt kom ósemja upp ímillum teir. Fuglfjarðar-bóndin segði hin at hava naskast inn á sín haga, og hin, ið hastiligur var, tók stav sín og rendi píkin í høvdið á fuglfjarðarbóndanum. Hann small niður, og oyndfjarðarbóndin tók tá fram knív sín av slíðranum og gav honum mønustingin.

Staðið, hvar hesin tilburður fór fram, verður ávístur av fólki, men søgnirnar um hetta eru ymiskar, so ikki er lætt at ætla, hvar tað av sonnum kann vera.

writing personal essay for college admission myself how to write a scientific essayNærhendis hvar fuglfjarðarbóndin læt lív, skuldi oyndfjarðarbóndin taka eitt veðurlamb, ið slapp úr rakstrinum. Tá ið teir vóru komnir í rætt, bað bóndin ein av húskøllunum hjá sær fara eftir tí hvíta veðurlambinum, men lata tað morreyða liggja; við hesum seinna sipaði hann til fuglfjarðarbóndan, ið var í morreyðum koti.

Andreas Weihe: “Tjóðminni”, 1938