Skip to main content

Seyðatjóvasøgur

how to write a perfect college admissions essay assignment on terrorism small restaurant business plan pdf how to write on black paperc. Rasmus á Oyri

Rasmus bóndi á Oyri í Borðoy, sonur Guttorms í Múla (sum gitin er í øðrum søgnum), var avtaksmaður og ramur í gandi sum pápin. Einaferð sum hann ferðaðist í Eysturoynni, kom hann framvið, har sum tveir seyðatjóvar reiddu seyð “ímillum fjarða” (Skálafjarðar og Funningsfjarðar). Hann spurdi, hvat tað var, ið teir reiddu. “Fiskur,” søgdu teir. Tað var løgið, helt Rasmus: loðin fiskur í Eysturoy? Hann var ikki komin langan veg, tá sá hann teir koma eftir sær. Gamal var hann og gekk við putt og var tí ikki førur at halda undan. So setti hann seg niður í eina lág. Tá ið teir vóru komnir nakað fram at honum, segði hann við teir: “Bannaðir, eg mátti givið tykkum puttin í ryggin!” Tá stóðu teir fastir og sluppu ikki úr stað, fyrr enn Rasmus var undankomin - so mikið skuldi hann kunna.

Seinni sá hann báðar aftur í Havn eitt summar. Tá vóru teir so bæriligir á at líta, høvdu hvítar hosur og spenniskógvar, tí teir vóru løgrættismenn. “Tit eru so prúðir í dag, sum síðst eg sá tykkum,” segði Rasmus. Tá smoknaðu teir burtur og fingu ikki talað.

(Meira er greint frá Rasmusi úti á Oyri í søguni um trøllið við Sjógv).

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.