Skip to main content

Páll fangi og Jákup Urni

Eitt gamalt orðatak livir enn frá teirri tíð, tá ið Páll fangi livdi. Longu tá hevur tað ivaleyst verið gamalt.

Meðan Páll sat fastur í Havn, hevði ein, ið nevndist Jákup Urni til arbeiðis at passa upp teir fastsettu. Strong vóru korini fyri ein slíkan fangapassara. Søgn er, at hann, ið av gáaloysi læt ein fanga sleppa burtur, skuldi verða lívleysur.

Einaferð, ið Jákup Urni kom inn við mati til Páls, tók Páll nakað av matinum og koyrdi tað í fikku sína, og síðani tók hann við allari megi Jákup niður á báðar akslar, so Jákup small í gólvið.

Síðani tók Páll til dyrs og niðan í hagan.

So skjótt sum Jákup kom aftur fyri seg, skundaði hann sær at siga frá, hvussu vorðið var; hann tók tá til orða: „Betri er lív at tróta enn leistrar."

Maður fór tá av húsi at leita eftir Páli, sum nú var komin nakað niðan í hagan. Havnarbóndin beitti hundin eftir honum, tí í kapprenningini sýntist at dragna millum havnarmenn og Pál. Tá ið hundurin var komin tætt til Páls, tveitti Páll honum nakað av tí mati, hann hevði stungið til sín áður. Hundurin legðist at gnaga, og Páll kom undan í hesi syfti.

writing bibliographies ri business plan competition danijela cabric phd thesis give me an essay about ambitionAðra ferð fekk bóndin beitt hund sín eftir Páli. Men Páll fekk hundin frá sær á sama hátt og slapp soleiðis hesa ferð bæði frá hundinum og havnarmonnum.

Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933