Skip to main content

Mittúnsbóndin

free powerpoint slides sample topic of research paperEin bóndi var í Mittúni á Kirkju í Fugloy, sum var so út av lagi sparin upp á tað, sum hann átti. Ongantíð vildi hann vera í uppisetri við nøkrum. Eitt gróthús átti hann, fult av korni (kallað gróthúsið í Liða), og har mátti eingin koma uttan hann sjálvur at taka heimakorn. Konuni vildi hann ikki lova at fara, tí hann helt hana vera ov oyðslusama. Ein vetur legðist hann sjúkur, og konan sendi so ímillumat yngsta sonin at bera eina meis av korni heim (í teirri tíðini var sodnur ikki kendur; kornið var turkað í meisum). Tað gekk nú við hetta lag, og maðurin lá sjúkur allan veturin. Tá ið leið nakað út á várið, bað hann konu sína fara í gróthúsið at vita, hvussu mikið ið tikið var av korninum. Nakað ovarlaga í gróthúsvegginum var ein steinur, sum stóð eitt sindur framúr. Hendan stein hevði bóndin til merkis, hvussu nógv ið kornið minkaði. Tá ið niðurum kom, tá minkaði nógv, helt hann. Konan fór, sum hann bað, og sá, at kornið var ógvuliga nógv minkað; tað var farið langt niður um steinin. Hann spyr hana, tá ið hon kemur aftur; men konan ræðist at siga honum satt, sum er. “Tað er rættuliga væl eftir av korni,” sigur hon. “Um tað er komið niður at steininum?” “Nei, minni enn so.” Nú er bóndin fegin. Tá ið nøkur tíð er farin, verður hann betri til heilsuna og býður til at krúpa fram. Tað fyrsta hann heldur seg vera so frægan, fer hann at fjakka niðan í gróthúsið til at hyggja eftir korninum. Tá ið hann kemur, er mestan alt uppi; tað er ikki meira eftir enn upp í eina meis. Hann oman aftur, fúkandi óður, og sigur við konuna, at annaðhvørt hevur hon logið, ella er kornið stolið: tað er ikki meira enn ein meis eftir. Hon vil ikki vera við, at hon hevur logið; tað man vera stolið, sigur hon. Tað er tað sama, heldur hann; tjóvin skal hann fáa leitað upp, og hann skal fáa merki. Ikki skal hann steðga fyrr enn á Sumbiarsteini, lovar bóndin. Um várið ger hann eina ferð til Havnar, tosar har við ein gandakall úr Suðuroy og biður hann hjálpa sær. Tá ið hann kemur norður aftur, heldur hann, at nú man hann mestan fara at síggja, hvør ið hevur stolið heimakornið frá sær. Frá hesum degi fer sonurin at liva so vánaliga og verður alt at versna; hendur og føtur kryplast á honum og so kroppurin allur. Nú iðraði bóndin seg eftir tí, sum hann hevði gjørt. Ráð vóru søkt, men einki batti: sonurin varð krypil og doyði, tá ið fá ár vóru umliðin.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.