Skip to main content

Fámjin

dissertation writing services prices vodafone nz business plans write an essay about malcolm x organization of research paperDoffin (Dagfinnur?) æt ein maður, sum búði á sinni í býlinginum á Brekku í Hovi í Suðuroy. Hann hevði fingið varur hjá keypmonnum, sum sigldu hagar, og var komin  í stóra skuld til teirra; hann segðist ikki kunna at rinda skuldina, og teir løgdu honum dýrt við, at fingu teir ikki virði fyri tað, hann hevði havt frá teimum, skuldi ilt verða av honum, tá ið teir komu aftur til Hovs við skipi sínum. Doffin tordi tí ikki  sita longur kvirrur í Hovi, men flutti alt, hann átti, vestur á oynna í Vesturvík; so kallaðist tá víkin og plássið, sum nú eitur Fámjin.

Sonur Doffins var í fylgi við honum; teir settust niður í Herdalsbirgi, sum lá so væl fyri, at um skip ella menn ætlaðu at herja á teir, var tað eyðsæð haðani, tá ið nakar nærkaðist húsunum, og lætt at leypa á fjøll og krógva seg í hellum. Doffin fekk sær bát; teir róðu út tveireinir.

Ein dagin, ið teir vóru á útróðri, sóu teir ókunnugt skip, sum ikki tóktist vera av farmaskipum, ið vóru von at sigla millum oyggjanna. Teir fingu hug at forvitnast um hetta skip og drógu tí snørini upp og róðu ímóti tí; tað skilst teimum at vera friðarskip, og teir leggja bátin at skipinum og bjóða teimum nýveiddan fisk til býtis ímóti einumhvørjum, ið tøkt kundi verða hjá einbýlismonnunum í Vesturvík. Tvey konufólk eru á skipi; tær koma út á borðstokkin at síggja hesar menninar. Tær undrast mikið á ein stóran kalva, sum lá í bátinum, tílíkan fisk søgdu tær seg ikki hava sæð fyrr. Doffin býður teimum báðum at koma oman í  bátin at hyggja nærri at honum, og teir lovaðu teimum at royna, um teir ikki kundu fiska ein annan kalva, so tær kundu síggja hann livandi. Logn var og slættur sjógvur, so ikki leið úr stað hjá skipinum, tí einki var lotið í seglini; skiparin vildi tí ikki forða konufólkunum at njóta henda lítla stuttleikan. Tær setast nú í bátin, og Doffin rør frá skipinum.

Doffin og sonurin tykjast væl um hesi konufólkini og sameinast um at royna at føra tær heim til sín. Sólin skein bjørt og stavaði niður í tann spegilslætta sjógvin; — teir rógva  nú har, hvar skipsmenninir síggja sólina skína á sjógvinum, tí har kundu teir ikki síggja bátin. Um sólsetur køvdi av í mjørka, og nú róðu teir til lands. Nakra tíð eftir at teir vóru farnir frá skipinum, og einki sást til bátin, fóru skipsmenninir at kvíða fyri, at tær báðar  skuldu ikki koma aftur, men at hesir menninir vóru farnir burtur við teimum; teir rópaðu av skipinum: «fá mi (mær), fá mi (mær)!», og av hesum sigist Vesturvík at hava fingið navnið   Fámjin.

Tá ið tær báðar konurnar nú komu á land og vóru leiddar inn í smáttuna hjá Doffini, settust tær báðar at gráta; hann royndi at ugga tær og fór burtur í haga at taka lamb til teirra og bað tær kóka og gera til sum teimum best tókti. Skipið lá har undir landinum í eina viku og sigldi aftur og fram; men brimið var so nógv inn á víkina, at teir kundu ikki hugsa um at lenda; teir mundu heldur ikki vera djarvir at koma fámentir og vápnaleysir inn á Doffin at loysa út konurnar, hann hevði rænt frá teimum; væntandi var, at hann vildi verja seg, og tí máttu teir kvíða fyri at njóta ilt av Doffini og hansara monnum, um teir royndu eina so hættiliga ferð; við tí skili sigldu teir burtur aftur uttan at fáa konurnar við sær.

Doffin fór nú at fregnast um, hvaðani tær vóru komnar, og frætti, at tær vóru úr Fraklandi, og at skipið skuldi flytja tær til Írlands, hvar hin eldra konan hevði mann sín, men skipið var rikið burtur av leið norður til Føroya, av tí harðveður var komið á tað; hin yngra gentan var fylgismoy hennara. Doffin og sonur hansara tóku hvør sína til konu, og har máttu tær nú vera, fjarskotnar frá føðilandi, skyldfólki og vinum.

Nú kemur skiparin til Írlands og sigur manninum frá øllum, sum til hevði borist við Føroyar;  tá ið hann frætti hetta,  at konan var stolin frá honum, harmaðist hann, læt búgva út skip og fór sjálvur at leita eftir konuni. Teir komu til Havnar, og har fekk hann sær far og ætlaði sær til Suðuroyar eftir henni; men í Skopunarfirði møttu teir suðuroyarpresti, sum segði honum, at tað var til einkis, um hann fór suður, tí at tær báðar konurnar vóru giftar, onnur við Doffini og onnur við syni hansara, og tær tóktust at liva so væl har, at tær mundu ikki við góðum fáast burtur haðani, og umframt hetta mundu Doffin  og bygdarmenninir ikki vilja sleppa teimum, um tær vóru kravdar frá teimum.

Nú hesin útlendski maðurin hoyrir hetta, vendi hann aftur til Havnar á skip sítt; men tá ið hann helt í hav, tók hann prestin út við sær, og hann slapp ikki aftur, fyrr enn tvey ár vóru umliðin.

Doffin átti eina dóttur við konu síni; hon giftist  við einum manni, sum settist niður í Fámjin í býlinginum, sum nú kallast í Sjúrðargarði; dóttir teirra var Ragnhild (ella Rannvá), hon giftist til Hargar í Sumba. Mangir sterkir avrekskappar sigast at vera komnir av hesum útlendsku konunum í Fámjin, og ímillum teirra eiga ikki at gloymast jansa-guttarnir Albert hin sterki og Gilbert hin føri, sum sigist frá í øðrum søgnum.

V.U. Hammershaimb: ”Færøsk Anthologi I”, 1891