Skip to main content

Poul Andreasen (1947-)

Hann er føddur í Vági 5/6-1947. Gekk í skúla í heimbygdini og tók realprógv í 1964. Hann var til skips eitt skifti, arbeiddi í Íslandi eina tíð, fór so til Havnar á studentaskúla og tók prógv í 1968.

Aftan á lokið studentsprógv fór hann til Danmarkar at lesa løgfrøði, tók 1. part í 1970, gavst so við lesnaðinum og fór heim aftur til Føroya. Var til skips í nøkur ár, fór so í 1978 á Niels Brockhandilsskúlan og tók prógv har í 1979. Heimafturkomin hevur hann verið vikarur í Hesti og í Koltri.

Poul hevur stóran áhuga fyri søguligum evnum, og í 1977 kom frá hansara hond »Úr Vágs søgu«.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).