Skip to main content

Petur Andreasen (1906-1987)

Hann er føddur á Velbastað 02.03.1906. Aftan á barnaskúlagongd og gerandisarbeiði leitaði hann veturin 1926-27 á háskúla í Danmark. Heimafturkomin fór hann í 1929 á Føroya læraraskúla, har hann tók prógv í 1932. Fyrstu árini var   hann vikarur í Mykinesi eitt skifti, annað í Kollafirði. Kom í 1935 á amtsskrivstovuna í Havn og var har til 1937, tá hann varð fyribilssettur sýslumaður í Norðuroyum. Hann fór tó aftur í lærarastarv; árini 1939-44 lærari í Lamba og Æðuvík, 1944-56 í Skúvoy, 1956/57 í Skopun og so frá 1. august 1957 lærari við Tórshavnar Kommunuskúla, til hann í 1974 flutti á nýskipaða Eysturskúlan.

Í 1975 legði hann starvið frá sær vegna aldur og við eftirløn. Í 1943 gav hann út »Avskrivingarbók«, sum í 1968 kom út aftur í broyttum líki við heitinum »Skrivligt føroyskt til 2. skúlaár«. Petur hevur týtt hóp av barnabókum fyri Bókadeild lærarafelagsins og harumframt stórskaldsøguna »Fiskerne« eftir danska høvundin Hans Kirk. Hon eitur á føroyskum »Útróðrarmenninir« og kom út í 1973.  

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).