Skip to main content

Hann er føddur í Vestmanna 26.03.1906. Var fyrst trý ár til skips, arbeiddi fyri-fallandi arbeiði á landi, fór so í 1926 á Føroya læraraskúla og tók prógv har í 1929. Fyrstu tvey árini aftan á próvtøkuna var hann privatlærari í Havn, lærari í Skálavík 1931-42 og á Selatrað og Morskranesi 1943. 1. jan. 1944 varð hann settur í starv í heimbygdini og her virkaði hann, til hann legði frá sær vegna aldur í 1974.

Andreas hevur sjálvur yrkt og serliga týtt hóp av songum ætlaðir børnum. Í 1977 kom frá hansara hond bókin »100 sangir«, og í 1981 kom »Heiðaljóð« við 125 songum.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).

Sí eisini.