Skip to main content

Kristian Osvald Viderø (1906-1991)

Kristian Osvald Viderø var føddur í Skálavík í 1906. Sum ungur fór hann til skips, seinni fór hann til Danmarkar á studentaskúla, haðani tann tók prógv í 1930. Í 1941 tók hann gudfrøðiprógv á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Hann starvaðist sum prestur í ymsum prestagjøldum í Føroyum. Eftir deyða Jákup Dahls varð litið Viderø til at halda fram við bíbliutýðingini, sum varð liðug í 1961.

Bæði í lestrartíðini og seinni í lívinum ferðaðist Viderø víða um. Hann var í øllum Evropa (úr Norðurnoregi til Volga og Balkan), í Miðeystri, í Norður-Afrika og í Asia. Frá sínum mongu ferðum fortaldi hann og skrivaði ferðafrásagnir, sum seinni komu út í bókum. Meginparturin av tí, ið Viderø skrivaði, kom út eftir deyða hansara – bæði verk við endurminningum og siðsøguligum frásøgnum eins og føgrum skaldskapi í ymiskum líki.

Í 1985 varð hann heiðraður við M. A. Jacobsens bókmentavirðisløn.

Wikipedia

Úr Bókmentasøguni hjá Árna Dahl

Hann er føddur í Skálavík 27/5-1906. Aftan á barnaskúlagongd í heimbygdini tók hann lut í bygdagerandisdegnum og var til skips, til hann fór til Danmarkar á studentaskúla, har hann tók prógv í 1931. Hann fór so undir lestur við lærda háskúlan í Keypmannahavn og leyk gudfrøðisprógví 1941.

Aftan á 2. heimsbardaga kom hann heim aftur til Føroya og gjørdist prestur í Norðurstreymoyar prestagjaldi við sæti í Hvalvík 1947-52. Tíðarskeiðið 1953-65 var hann prestur í Suðurstreymoy, 1965-68 í Norðuroya eystara prestagjaldi við sæti á Viðareiði, og frá 1968, til hann vegna aldur legði frá sær í 1976, var hann prestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi við sæti í Leirum í Hvalba.

Aftan á Hvalvíkarárini fór hann langferð til heilaga landið og gav heimafturkomin út hugvekjandi ferðafrásøgnina »Ferð mín til Jorsala«, 1957. Umframt hevur hann greitt úr hondum stórt týðingarverk úr frummálunum t.d. 88 ørindi av Ilionskvæði, sum gloppin vóru burturúr í týðing J. H. O. Djurhuusar (sí útg. 1967 s. 478) og alt Gamla Testamentið, 1961.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG.Dagført í 1983).