Skip to main content

Heini í Skorini (1983-)

Heini í Skorini er føddur og uppvaksin í Havn. Hann tók prógv sum málsligur studentur í studentaskúlanum í Hoydølum í 2003.  Í 2007 tók hann BA í stjórnmálafrøði í 2007 og í 2009 MA í religiónsvísindi frá King´s College, University of London.

Heini hevur seinastu tíggju árini starvast sum journalistur fyri Sosialin, Dimmalætting, Kringvarp Føroya, Atlantic Review, Ræson (DK) og Weekendavisen (DK). Harumframft var hann voluntør á barnaheimi í Cape Town í Suðurafrika í 2004, skrivari hjá Norðuratlantsbólkinum í danska fólkatinginum frá 2004-2007 og praktikantur á donsku sendistovuni í Tel Aviv í Ísrael í 2008.

Heini arbeiðir í dag sum freelance journalistur, fyrst og fremst fyri donsku Weekendavísina og Kringvarp Føroya.