Skip to main content

Ól Reinert (1887-1974)

Óli Reinert. Hann varð føddur í Norðradali í 1887, vaks upp her og festi mannkomin garð. Umframt sín barnalærdóm, nam hann lærdóm á háskúlaskeiði á Føroya Fólkaháskúla veturin 1914/15. Rættiliga  tíðliga  knýtti  hann  seg  at  brøðrasamkomuni, og í samband við átrúnaðarliga virkið í samkomuni yrkti hann hóp av sálmum. Eftir hann er savn av 175 kristiligum sálmum og sangum, sum í 1958 kom út á egnum forlagi undir heitinum »Ein rødd«.

Óli doyði í 1974.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.