Skip to main content

Jógvan Nolsøe (1884-1966)

Jógvan Nolsøe. Hann varð borin í heim á Tvøroyri í 1884. Liðugur við barnaskúlan fór hann á posthúsið at arbeiða, og har starvaðist hann alla ævi sína. Hann var tjóðskaparhugaður maður og virkin innan ungmannafelagsarbeiði, ikki minst ta tíðina, Hans Andrias Djurhuus sat sum fyrstilærari á Tvøroyri 1916-19.

Hann var trúgvur kirkjugangari, og hann yrkti hóp av sálmum og týddi enn fleiri; vit nevna sálmin »Jól hava einglaljóð« og týðingarnar »Nærri mín Gud til tín« og »Mín Immanuel«.

Hann týddi eisini dópssálmin »Harrin rættir út sín arm« og brúðarvígslusálmin »Tit hús tykkum byggið«.

Í sálmabókini eigur hann 3 upprunasálmar og 8 týðingar, og eftir hann er savnið »Streingir«, 1963, sum umframt sálmarnar fevnir um yrkingar frá fimti ára skeiðnum 1912-62.

Jógvan Nolsøe doyði í 1966.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.