Skip to main content

Sara Kadefirs (1965-)

Sara Kadefors er fødd í 1965 og vaksin upp í Gøteborg í Svøríki. Hon er útbúgvin journalistur og býr í Stokkhólmi. Hon starvast burturav sum høvundur. Umframt barna-og ungdómsbøkur hevur hon skrivað handrit til sjónvarpsrøðir og film. Hon hevur fingið fleiri virðislønir fyri sína skriving.

Sandor/Ida er ein nútímans ungdómsskaldsøga um Sandor og Idu, ið bæði eru fimtan ára gomul. Tey búgva í hvør sínum býi í Svøríki, men hittast í einum kjattrúmi á alnetinum. Tey skriva saman og gerast sálarvinir. Bæði kenna einsemi og hava ymiskar trupulleikar at dragast við.

Wikipedia: http://sv.wikipedia.org/wiki/Sara_Kadefors