Skip to main content

Anton Degn (1871-1950)

Hann var føddur í Havn 6/10-1871. Aftan á skúlagongd í millum- og realskúlanum í Havn kom hann at arbeiða í M.C. Restorffs handli í Vágsbotni.

Hann hevði álitisstørv bæði sum býráðslimur í Havn og sum løgtingsmaður umboðandi Sambandsflokkin í Suðurstreymoy 1906-08.

Tá Føroya Amtskommunala Telefonverk varð sett á stovn frá 1906, varð hann av løgtinginum kosin telefonstjóri, og hann røkti hetta starv fram til 1912.

Farin um fimti ára aldur varð Anton Degn settur skjalavørður í Føroyum, og tað er á hesum øki, hann gjørdi vart við seg í bókmentum, fyrst og fremst við bókini um føroyskar bøndur »Færøske kongsbønder 1584-1884«, 1945, og við ritum um viðurskifti einahandlinum viðvíkjandi. Hann doyði 3/9-1950.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.