Skip to main content

Jóannes Dalsgaard (1940-)

Jóannes  var føddur í Skálavík í 1940. Hann tók studentsprógv í 1960 og hevur lisið søgu og franskt á lærda háskúlanum í Keypmannahavn.

Jóannes hevur starvast innan mong øki. T.d. hevur hann verið fiskimaður, arbeiðsmaður, lærari, landsskjalavørður, rektari og deildarstjóri í mentamálaráðnum. Hann hevur eisini verið virkin í politikki. Hann var løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin eitt áramál í áttati- og nítiárunum.

Umframt yrkingar hevur Jóannes skrivað greinar og stuttsøgur.