Skip to main content

Regin Dahl (1918-2007)

Regin Dahl var føddur í Sandágerði í 1918 og andaðist 2007. 15 ára gamal fór hann til Danmarkar at ganga í skúla og tók studentsprógv á Sorø í 1937. Síðani búði hann bara stutt skifti í Føroyum.

Stóran part av ævi síni starvaðist hann sum forlagsráðgevi hjá danska forlagnum Gyldendal. Umframt at yrkja hevur hann eisini smíðað mong løg.  Hann er ein av okkara mætastu yrkjarum og hevur givið nógv yrkingasøvn út.  Í 1973 og 1979 fekk hann Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens.

Úr Bókmentasøguni hjá Árna Dahl

Lívssøga: 
Hann varð borin í heim í Sandagerði í Tórshavn 1918, sonur Jákup Dahl, próst, og Mariu, ið var dóttir gitna tónleikalæraran, Bakar Hansen.
 
Aftan á barnaskúlagongd í Havn leitaði hann í 1934 niður á Sorø lærda skúla, har hann tók studentsprógv í 1937. Veturin 1937/38 var hann heima í Føroyum, fór síðani aftur til Danmarkar og tók upp lestur við lærda háskúlan í Keypmannahavn, las fagrar bókmentir og norrønt. Í 1947 tók hann við ráðgevarastarvi á bókaforlagnum hjá vinmanninum, danska yrkjaranum Ole Wivel - og seinni, tá hetta forlagið í 1953 gav seg undir Gyldendal, fylgdi Regn við og starvaðist til fyri stuttum sum handritametari og ráðgevi har.
Átjan ára gamal gav Regin út fyrsta yrkingasavn sítt »í útlegd«, og hetta hugtakið »útlegdin« man vera mest umrødda evni, tá røtt hevur verið um yrkjaran Regin Dahl. Útlegdarárini kámaðu ongan-tíð heimatúnini:

»Gekk eg mær í skýming millum hjalla
aldudráttur váganna hoyrdist valla,
roykur av tvøsti
og gomlum køsti
lýsti meg í kall millum kalla«

og sjálvt tá útlegdarskeiðið rundar fjórða tíggjuára skeiðið varar hann av sínum dreingjalendi, ið eina ferð var:

»Men allir teigar eru týndir
og fjøran burtursprongd -
hvar skalt tú vistast,
hvønn vilt tú vitja
í hesi húsatrongd?

Her eru allar traðir taktar
og f jøran ikki longur gongd -
alt dreingjalendið,
øll heimakensla -
Tín ævigøta er betongd!«

Hann doyði í 2007.
 
Bókmentaverk:
Hóast Regin Dahl fyrst í Varðanum, seinni í »Jólum uttanlendis« og »Útiseta« gjørdi vart við seg við frálíkum prosapettum, so man eftirtíðin fara at meta hann sum lyrikara burturav.

Fyrstu yrkingarnar - fimm í tali - ið komu í Varðan 1936 brugðu lítið frá tí, ið t.d. Jóannes bóndi, Janus og Hans Andrias høvdu skapað fyrr, men longu tá fyrsta savnið kom, í 1937, varð hann av røttum skírdur nútíðarskald, og frægur skaldametari tók soleiðis til: »Harumframt tykir mær hann at vera inniligari í skoðan sínari av føroyskari natúr enn vant er at vera«.

Síðani eru átta søvn komin frá hond Regins, og hann hevur við teimum dyggiliga endurnýggjað føroyskan bundan skaldskap bæði innihaldsliga, formliga og málsliga.

Regin Dahl er fjøltáttað skald, inniligur náttúrulýsari, hann yrkir um sársakan, angistina og menniskjans óendaliga einsemi.

»Bólstað á berum gólvi
fann eg mær mangan
fullur og ferðamóður -
hvat er tað øðrvísi
undurið hetta
enn gestur á fjøl?«

Hann er frálíkt ástarskald, djarvur í ástarlýsingum, ivast stundum í átrúnaðarmálum, men skapar so í takklæti fyri lívið, í sonnum feginsrúsi, hesi ørindi:

»Ikki komi eg til tín, Gud,
tí eg eri ræddur og móður,
og tí lívið man veg við ovbyrði knýggja—
ikki komi eg at krógva meg,
at leita mær skýli undan hóttum -
Men eg komi til tín,
tí lívsfrøin spríkir í hvørji æðr,
tí sælan syngur í mær -
í fagnar takksemi komi eg
av tí at eisini mær untist
at støðast um stund
her við dagsins strond,
meðan seiður springur
og rakað verður saman
í brekkum fyri nátt«.

Vit kunnu ikki siga, at Regin er politiskur yrkjari. Hann hevur ongantíð í skaldskapi sínum tikið støðu til flokspolitikk - smáligt klandur og brigsl, men samfelagsgongdini hevur hann givið gætur, bæði tá um Føroyar og um stórheimin er at røða, tað er hann, sum speiliga sýnir fram »fremsta framtakskappa landsins«, sum annað jólakvøld dansar gólvleysur, men í sama andadrátti spyr:

» ---er ikki hugf arsligt
her í nýggjum skála
væl - um ikki sjálvgjørdum«

tað er hann, ið letur vietnamesisku mam-muna í bumburegni og eiturfoni eymkandi spyrja:

»hvar skal eg skýla tær
barnið mítt?«

og tað er hann, sum eirindaleyst vísir okkum á, at meðan vit doyggja í ováti, doyggja brøður og systrar okkara í hungri,
 
»Her brenna feginsljós,
her dansa allir deia,
her fært tú f jós í dós -
men tey sum einki eiga?

Tey grulva fram í deyðreyðum dusti
við tandari vomb.
Her deilast druknir sellar
um tálg og veðurlomb.

Stokkið hold, neytakníggi,
eygnaholini tøgin og tóm -
her dansa feginskallar
við kenning og í spenniskóm«.

Við skiftandi stevi, orðasmíði og hepnum orðasamansetingum endurnýggj-aði Regin føroyskt yrkingarlag. Kanska er tað aftur her útlegdin langa, ið fekk hann at leggja sær so nær. Málsligi áhugin kemur frálíka væl til sjóndar í heitunum, hann gav søvnum sínum, vit nevna her nøkur teirra:

»Beltisgyrði«   bandið, sum bakkamenn hava um miðjuna at heingjafuglin í,

»Óttukvæði«   fyrsti morgunmessusongur munkanna,

 »Gongubitar« bitar, ið menn høvdu við sær á hagagongu, t.d. á fjalli,

»Sneisaboð«    týdningarleys ørindi,

»Tríkirni«          akur við vantrivnum

»Eftirtorv«        torv, ið sløðist eftir á heiðini.

Í síni eyðmýkt læt Regin Dahl hetta ørindið »Til málið« vera inngangsljóð í einum av søvnunum:

»Ungur á aldri
og yngri í hyggju
gekk eg um teg
gjøðin og gáloysin -
men eg yndaði teg
sum andans skepnu -
fjal misbrot míni
í míni ást«.

Vissa kunnu vit yrkjaran um, at mis-brotini eru eingi at fjala. Harafturímóti skyggir málsliga ást yrkjarans í hvørjari reglu í skaldskapi hansara.

Tað er fornur føroyskur siður at bera upp gátur, flyta fram orðatøk og hittinorð. Hesin siður man hava hugtikið Regin, og í 1944 læt hann av hondum *hittinorðasavnið »Leysasøkk«, búgvin lívsvísdómur sagdur av inntonktum unglinga.


»Tungt er at missa, tá ein hevur átt,
tyngri aldrin at eiga«.

Janus skrivar kanska FÍNARI føroyskt -
men Hans Andrias skrivar í hvussu so er
fínari FØROYSKT enn hann.

»At noyðast tað ein ikki vil -
at vilja tað ein ikki kann -
at kunna tað einum ikki nýtist - huff«

Enn er at nevna, at Regin eisini var virkin og frálíkur tónasmiður, sum sjálvur bar fram løg síni, m.a. á tveimum L.P.-plátum: »Barnarímur Hans Andriasar«, »Lukkurímur og fagnarljóð« og einari E.P.-plátu.

Av seinnu útgávunum kunnu nevnast:

Rekagrót, yrkingar 1985.
Elliskekar, einbýlisljóð, yrkingar 1988.
Vit ið aftaná koma. Strøttlingar, 1993.

Nýskapan í bundnum máli

Upp til 1940-leitið er fosturlandsyrking við rími og regluligum ørindislagi nógv hin vanligasti yrkingarháttur í føroyskum skaldskapi. Eisini yrkjarar úr yngri ættarliðum halda seg á tráddum gøtum: Karsten Hoydal, ið 20 ára gamal stígur fram í Varðanum123 essay buy online power buy homework expo can you make a report for me, 1932, og Regin Dahl, sum 18 ára gamal leggur til brots í sama tíðarriti, 1936.

Hesir báðir eru høvuðsnøvnini, ið mynda fýratiárini á lyriska økinum; teir bróta við og við við gamlan yrkingarhátt og lyfta formliga og innihaldsliga føroyskan bundnan skaldskap eitt stig fram á leiðina.

2. heimsbardagi

Á vári í 1940 hertóku týskarar Danmark, og hetta skapti her heima á landi eina ótrygga støðu, tí øllum var greitt, at ikki kundu Føroyar nú stýrast úr Danmark sum frammanundan.

Tjóðin var sum so mangan í tvíningum.

Ein partur vildi beinan vegin hava føroyskt ríki sett á stovn, føroyingar skuldu sjálvir taka ræðið í landinum fult út og skipa fyri í øllum viðurskiftum, meðan annar partur tók undir við amtmanninum, sum vildi leggja ábyrgdina fyri landsins stýri á løgtingið sum fólksins valda umboð og á amtið sum umboð fyri danska ríkið.

Trætan varð í fyrstu atløgu loyst, við tað at Bretland hersetti Føroyar við tí lyfti, at hermenninir skuldu takast aftur, tá ið kríggið var endað.

Hersetingin vardi í fimm ár, og tá ið hon í 1945 var lokin var øllum greitt, at ikki bar til at fara aftur í gomlu amtsstøðuna, sum verið hevði í gildi upp til 1940.
Einki úrslit spurdist burtur úr samráðingum millum danskar og føroyskar politikarar, og í 1946 setti danska stjórnin fram uppskot um eina fólkaatkvøðu, sum skuldi haldast 14. september hetta árið.
 
Úrslitið av fólkaatkvøðuni var, at ein meiriluti atkvøddi fyri loysing, meðan tey, ið atkvøddu fyri danska stjónaruppskot-inum, vóru í minniluta.
Hetta úrslit skapti mikla øsing, tingið varð sent heim, og aftur fóru føroyskir politikarar til Danmarkar. - Úrslitið av teirra samráðingarroyndum var heima-stýrislógin, sum varð sett í gildi 1. april 1948.

Minni enn so allir føroyingar vóru nøgdir við gongdina hetta trýára skeiðið eftir krígslok, og misnøgdin hevði m.a. við sær, at Tjóðveldisflokkurin sá dagsins ljós; hann stillaði upp á fyrsta sinni til løgtingsvalið í 1950 og fekk tveir mans valdar.
Samfelagsliga henda eisini stórbroytingar hetta 10-ára skeiðið. Heimsbardagin hevði tað við sær, at eftirspurningurin eftir feskfiski var alstórur í Onglandi, prísurin fór tí upp stórliga, og at kalla allur føroyski fiskiflotin legði seg eftir at flyta ísfisk - fyri tað mesta keyptur í Íslandi niður á bretska marknaðin.

Hesin starvsháttur kravdi lítið manningartal, og hetta hevði við sær, at fleiri fiskimenn løgdust uppi, tó fekst so við og við tann skipan í lag, at menn helst ikki máttu vera við meira enn tveir túrar í senn.

Hetta var vandasigling, og nógvir vóru teir, ið bøttu við lívinum; hesi fimm árini fórust 24 skip við tilsamans 124 monnum av krígsávum.

Stórur eftirspurningar og lágt manningartal hevði við sær øktar inntøkur hjá tí einstaka, men veruliga gullið spann reiðarin, sum heima í flógvari skrivstovu sá peningin fløða í kassan, meðan fiskimaðurin gantaðist við deyðan á havinum breiða.

Hetta var í mangar mátar ein avlagað tíð, og sum vera man hava høvundar okkara roynt at lýst hana, vit nevna *skaldsøguna »Í Sortanum« hjá Williami Heinesen, *sjónleikin »Og tó skínur sólin« hjá Valdemar Poulsen og *stuttsøguna hjá Heðini Brú »Tvinnir eru kostirnir«.

Tá heimsbardagin brast á, og alt samband Danmarkar og Føroya millum varð kvett, vóru nógvir ungir føroyingar staddir í Danmark í lestrarørindum. Fyrra helming av fýratiárunum verður føroyskt mentanarlív tískil tvíbýtt, vit tosa um bókmentir, ið skaptar vóru av føroyingum í útlegd og um bókmentir skaptar av føroyingum heima á landi. Aftan á krígslok í 1945 kemur so dastið av teimum, ið virkað høvdu í Keypmannahavn útlegdarárini, heim aftur, og seta teir eisini dám á mentanarlívið heima á landi fýratiárini at enda, ja, summir heilt upp at okkara døgum.

Felagslív í Keypmannahavn

Staddir í hersettum landi avbyrgdir frá heimlandinum funnu føroyingar fragd í at hitta landsmenn tíðum, og ongantíð hvørki fyrr ella seinni man samanhaldið føroyinga millum hava verið so gott sum hetta fimm ára skeiðið 1940-45.

Feløgini vóru mong og sera virkin: Føroyingafelag, Hitt føroyska kristiliga ungmannafelagið, Studentafelagið, Ungmannafelagið Oyggjaframi, Itróttafelagið, Róðrarfelagið, Føroyska kirkjuliðið, Talvfelagið, Listafelagið o.o.

Í 1941 varð farið undir útgávu av *tíðarriti, ið fekk navnið »Búgvin«. Blaðið var fjúrtandadagsblað, tað kom út regluliga við 24 nr. árliga fimm tey fyrstu árini, seinasta árið, 1946, komu út 19 bløð, hitt seinasta 1. oktober - góðar 14 dagar aftan á fólkaatkvøðuna heima í Føroyum.

Fimm mans stjórnaðu »Búgvanum« hesi seks árini. Jóannes Rasmussen úr Havn var blaðstjóri á fyrstu 5 bløðunum 1941, Sigurð Joensen frá Gjógv var blaðstjóri restina av 1941, 1944 og 1945, Hanus Vang (við Høgadalsá) úr Kaldbak 1942, Erlendur Patursson úr Kirkjubø 1943 og Dánjal Pauli Danielsen úr Miðvági 1946.

Tað varð alt fyri eitt væl umtókt, tá fólk tóku seg saman at geva hetta sambindingarlið føroyinga uttanlendis út. Haldaratalið øktist í hvørjum og var 580, tá pappírstrot steðgaði vøkstrinum. Haldarar vóru í Danmørk, Noreg, Svøríki, Týsklandi og Sveits. Eisini eydnaðist at fáa »Búgvan« til Føroya í stríðsárunum.

Í »Búgvanum« var orðið øllum frítt, og í alt hava eini 70 - konufólk og mannfólk - skrivað greinir í tað. Her varð mangt havt á lofti. Menn skrivaðu um fossamál, fiskiskap, landbúnað, ídnaðarmál, kola- og leirmál, peningamál, stjórnarmál, skúlamál, ítróttamál, menningarmál o.s.fr., ella við øðrum orðum um øll samfelagsmál - handlig og andlig. Har umframt komu í blaðið søguligar greinir, skaldsligar greinir, søgur, yrkingar, tíðindi úr Føroyum o.m.a.

Ikki var ókent tá heldur at geva út jólabløð. Í 30-árunum kom heima í Føroyum »Jól í Føroyum«. Bókadeild Føroyingarfelags gav í 1940 út heftið »Jól uttanlendis«, sum kom øll árini til og við 1944. Ritstjórar á jólablaðnum vóru Karsten Hoydal og Regin Dahl. Vit bíta »]ól uttanlendis« komu út í tíðarskeiðinum 1940-44. merki í, at prósturin og Føroyavinurin Gudmund Bruun (1891-1956) skrivar inngang í øllum fimm heftunum, meðan Chr. Matras og Trond Olsen lata væl av tilfari.

Av øðrum tíðarritum, hetta umhvørvið skapar, nevna vit »Samfelagsrit«, sum Erlendur Patursson stjórnaði og sum kom út fýra ferðir í tíðarskeiðinum 1945-1952, og »Útiseta« árbók Føroyingafelags í Keypmannahavn, sum kom út árini 1945-1952 við Karsteni Hoydal og Christiani Matras sum ritstjórum.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.