Skip to main content

Brøðurnir Grimm (Jacob 1785-1863) (Wilhelm 1786-1859)

Jacob Grimm (1785-1863) og Wilhelm Grimm (1786-1859) vóru týskir mál- og fólkaminnisgranskarar. Teir vóru báðir útbúnir løgfrøðingar og arbeiddu saman alt lívið. Jacob Grimm er eisini kendur sum stovnsetari av germanskari málgransking. Hann vísti á ljóðflytingar og skapti heiti sum umljóð og avljóð.

Brøðurnir báðir fóru undir at savna fólkaævintýrini, sum livdu á mannamunni ímillum fólk í Týsklandi, og skrivaðu tey upp. Í 1812 kom fyrsta bindið út við 86 ævintýrum, og í 1815 kom seinna bindið við 70 ævintýrum. Teir endurskrivaðu ta munnligu frásøgnina, so ævintýrini gjørdust einsháttað í stíli.

Jacob og Wilhelm Grimm vóru undangongumenn á hesum øki og virkaðu við til, at málgranskarar og onnur í øllum Europa fóru undir at savna og skriva upp skaldskapin av mannamunni.