Skip to main content

Wolf Biermann (1936-)

Wolf Biermann var føddur í Hamburg í Týsklandi í 1936. Hann er kendur týskur sangari og yrkjari. Pápi hansara var jødiskur kommunistur, arbeiddi á skipasmiðju sum arbeiðsmaður og var dripin í Auschwitz í 1943. Í 1953 flutti Wolf Biermann eysturum til DDR. Hann las politiskan búskap á lærda háskúlanum í Berlin, seinni eisini heimspeki og støddfrøði.

Í 1960 fór hann at yrkja og syngja og stovnaði eitt leikhús fyri arbeiðarar og studentar. Næstan beinan vegin fekk hann trupulleikar í sambandi við sínar framførslur, og í 1965 fekk hann endaligt forboð ímóti framførslum. Í 1976 fór hann á ferð til Vesturtýsklands og fekk ikki innferðarloyvi aftur til DDR. Nú býr Biermann aftur í Hamburg. Hann hevur fingið hópin av virðislønum fyri sítt ritverk og sín sang.