Skip to main content

Vinn 30.000

16.09.2020

Filmskapping í Námi

Aftur í ár skipar Nám fyri stuttfilmskapping fyri hádeild og miðnámi um Heimsmálini hjá ST, har vinningurin er 30.000 kr.

Filmurin skal í mesta lagi vera 7 minuttir og snúgva seg um tey burðardyggu heimsmál, sum hava við lívið í havinum at gera.

Freistin at lata filmin inn er 23. november 2020.

Vinnarin verður kunngjørdur í Havnar Bio fríggjakvøldið hin 4. desember klokkan 19.

Tá verða teir filmar, sum dómsnevndin hevur úrvalt, sýndir og øll, sum eru við í kappingini sleppa ókeypis inn og fáa poppkorn og kola.

Árni Øregaard, sum sæst á myndini, er formaður í dómsnevndini.

Allir lærarar í landinum hava fingið boð um kappingina. Eru tó spurningar um stuttfilmskappingina hjá Námi, ber til at skriva til filmskapping@nam.fo  ella ringja tel.: 555179.

Tak niður plakatir um filmskappingina. Onnur til næmingin og hin til læraran.

 

Onnur tíðindi

21.03.2024

Upp- og afturlatingartíðir

Les meira
19.03.2024

Starv sum námsráðgevi í føroyskum á yrkis- og…

Les meira
12.03.2024

Í sBókini Plantur til matna eru meira enn 150…

Les meira
04.03.2024

Nám gevur út tvey nýggj Hey!-hefti, sum eru ætlað…

Les meira