Skip to main content

Send flokk tín kring Norðurlond

14.09.2017

Vit bjóða øllum skúlanæmingum til ókeypis skúlakjatt 20. september 2017

Tíðindaskriv

20. september 2017 kunnu skúlaflokkar í øllum Norðurlondum heilt ókeypis taka lut í Norðurlendska Skúlakjattinum og fara á kanningarferð til øll Norðurlond. Tað gongur fyri seg á undirvísingarportalinum hjá norrønu feløgunum, www.nordeniskolen.org, sum í ár hava býtt kjattið upp í Geo-veiðina fyri 3.–6. flokk kl. 09– 11 og Spyrjitíman fyri 7.–10. flokk kl. 11–13.

Trýst herog les um Norðurlendska Skúlakjattið á svenskum, norskum, finskum, íslendskum, grønlendskum, føroyskum og samiskum.

Rita flokk tín inn ókeypis á www.nordeniskolen.org og send tey á kanningarferð í Norðurlondum í Norðurlendska Skúlakjattinum 20. september 2017.

Norðurlendska Skúlakjattið verður fyriskipað á hvørjum ári og er eitt ókeypis tilboð til allar fólkaskúlanæmingar í Norðurlondum: Fleiri túsund børn og ung videokjatta sínámillum tvørtur um norðurlendsku landamørkini í einum snúningskjatti, har ein aldri veit, hvør er tann næsti, ið kemur fram á skíggjanum, og hvar í Norðurlondum viðkomandi situr!

Vilt tú geva flokki tínum høvi at vera við, kanst tú rita teg sum brúkara her á nordeniskolen.org.

Kjattið fyri 3.-6. flokk er ein Geo-veiða: Næmingarnir skulu gita hvar í Norðurlondum hinir næmingarnir í kjattinum eru – einans við at seta ja/nei-spurningar. Á tann hátt fáa næmingarnir møguleika at venja kunnleikarnar í skandinavisku málunum, norskum, svenskum og donskum, samstundis sum tey kunnu nema sær nýggjan kunnleika um norðurlendska landalæru, mentan og mál. Tú kanst eisini prenta út eitt kort til næmingarnar, har tey kunnu merkja av, hvønn tey hava møtt hvar í Norðurlondum.

Kjattið fyri 7.-10. flokk er ein Spyrjitími: Eitt nýtt konsept har næmingar úr øllum Norðurlondum hittast og seta hvørjum øðrum spurningar, ið gevur teimum innlit í líkheitir og munir millum norrønu londini. Undan spyrjitímanum fyrireika næmingarnir seg við spurningum um evni, tey sjálvi vilja vita meira um. Eftir


Spyrjitíman kann flokkurin deilast um nýggju kunnleikarnar um hvussu tað er at vera ung í teimum ymsu Norðurlondunum.

Næmingarnir avgera sjálvi ferðina – tá tey trýsta á ”næsta”-knøttin á skíggjanum, hitta tey nýggjar næmingar frá einum øðrum flokki í einum tilvildarligum skúla í Norðurlondum.

Kjattið gongur fyri seg á www.nordeniskolen.org. Tað er ikki krav um tilmelding ella stórar tekniskar frireikingar fyri at vera við, men tit mugu hava teldu við myndatóli, mikrofon og smátalarum, og atgongd til Firefox ella Google Crome. Teldlar og snildtelefonir kunnu tíverri ikki brúkast. Kjattið er ment í 2017, so raksturin skuldi verið hin besti. Royn tína skipaan her frá 1. september <link>, tí lokalir brandmúrar og líknandi kunnu vera ein forðing.

Skúlakjattið og undirvísingarpallurin nordeniskolen.org eru fíggjað av Norðurlendska Ráðharraráðnum og Norðurlendsku Málsamskipanini. Nordeniskolen.org bjóðar ókeypis undirvísingartilfar og tiltøk til allar norðurlendskar skúlar.

GG: Rita teg og flokk tín inn á nordeniskolen.org innan 20. september, so sleppa tit undan seinkingum orsaka av ovbyrjan á netinum.

Samband:

Fá meira at vita her: Thomas Henriksen, programmstjori, tlf. +4526116267, thomas@fnfnorden.org Pressumynd, til frítt brúk,her

Sí kunningarvideo um Norðurlendska Skúlakjattið her Stovna brúkara á nordeniskolen.orgher

Fylgið Norden i Skolen á Facebookher

Fakta:

· Norðurlendskt Skúlakjatt hevur verið til síðan 2015 á nordeniskolen.org – ein síða við ókeypis undirvísingartilfari til fólkaskúlan, sum Samband norrønu Felaganna stendur fyri, og sum er fíggjað av Norðurlendska Ráðharraráðnum og Norðurlendsku Málsamskipanini.

· Endamálið við Norðurlendska Skúlakjattinum er at styrkja felags norðurlendsku mál- og mentanarfatanina.

· Samband norrønu Felaganna (FNF) er ein samstarvsstovnur fyri norrønu feløgini og norrønu ungmannafeløgini. Høvuðsuppgávan hjá FNF er at samskipa felags áhugamál hjá einstøku feløgunum í royndini at styrkja fólksliga samstarvið á øllum stigum í Norðurlondum og at arbeiða fyri tættari samstarvi millum Norðurlond. FNF metir mál- og mentanarfatan og samskifti yvir landamørk sum grundleggjandi fyri at styrkja Norðurlond.

 

 

Onnur tíðindi

Mynd av drongi, ið hyggur at grafum
17.04.2024

Hesa vikuna eru allir næmingar í 4. og 6. flokki…

Landsroynd Landsroyndir Landsroyndir 2024
Les meira
19.03.2024

Starv sum námsráðgevi í føroyskum á yrkis- og…

Les meira
12.03.2024

Í sBókini Plantur til matna eru meira enn 150…

Les meira
04.03.2024

Nám gevur út tvey nýggj Hey!-hefti, sum eru ætlað…

Les meira