Skip to main content

Karin Kvant

03.04.2020

”Hey øll somul og vælkomin til mítt video!”

Hvør segði, at kvantalisfrøði ikki kann vera spennandi, stuttligt og lætt at skilja?

Karin Kvant er ein 16 ára gomul genta við egnari Youtube-rás. Í dag hevur NÁM lagt 10 filmar hjá henni út á rásina. Hesir partarnir eru um nógv spennandi evni. Karin greiðir frá um móta, yndislitir, myrkur og um at ferðast í tíð. Ja, tú læs rætt: tíðarferð!

Eftir páskir fer Karin Kvant at tosa um nógv onnur spennandi evni. Fram til summarfrítíðina koma heili 10 partar afturat á rásina.

Minnist til at tekna hald!


Filmarnir kunnu brúkast í undirvísingini í alisfrøði. Teir eru góðir til íblástur, ískoyti ella kunning um ávís øki í lærugreinini. Ætlanin er at skapa áhugaverda, spælandi og viðkomandi undirvísing í kvantmekanikki og kvantalisfrøði sum heild.

Ein Karin Kvant Augmented Reality app ella AR-app er eisini tøk til telefonina.

Tak appina niður til iOS ella til Android.

Android 

iOS


Kvantebanditterne frá Syddansk Universitet hava staðið fyri framleiðsluni saman við fólkunum aftanfyri ”Terkel i knibe”.

Les meira um verkætlanina her

Onnur tíðindi

Mynd av drongi, ið hyggur at grafum
17.04.2024

Hesa vikuna eru allir næmingar í 4. og 6. flokki…

Landsroynd Landsroyndir Landsroyndir 2024
Les meira
19.03.2024

Starv sum námsráðgevi í føroyskum á yrkis- og…

Les meira
12.03.2024

Í sBókini Plantur til matna eru meira enn 150…

Les meira
04.03.2024

Nám gevur út tvey nýggj Hey!-hefti, sum eru ætlað…

Les meira