Skip to main content

Atlantbib.org letur upp 15. januar! 

14.01.2016

Atlantbib.org er ein ókeypis yrkisportalur við norðurlendskum yrkisbókum til yngstu flokkarnar í barnaskúlanum.

Atlantbib er ein felagsnorðurlendsk bókaverkætlan, sum í fyrstu atløgu varir til á sumri 2017. Tað merkir, at tað støðugt koma nýggjar bøkur, nýggjar umsetingar og nýggjar innlesingar á síðuni. Málið er 50 norðurlendskar bøkur í 2017. Síðan er tískil ikki liðug. Tí kann tað henda, at tað manglar ein umseting ella ljóðfíla ein dag, men ikki dagin eftir.

Nord Plus Sprog – undir Norðurlandaráðnum – stuðlar verkætlanini, og síðan er ÓKEYPIS og krevur ikki innritan ella aðra skráseting. Tú velur eina bók og tað mál, ið tú vilt samanbera við í bæði teksti og talu.

Endamálið við síðuni er at styrkja felagsnorðurlendsku grannamálsundirvísingina og fakliga lesing, umframt at kunna um viðurskifti í londunum – søgu, landalæru og mentan á ein lætttan og atkomiligan hátt.

Tað eru næmingar og lærarar í fleiri norðurlendskum londum, ið hava skrivað og týtt bøkurnar, umframt at næmingar hava lisið bøkurnar inn. Bøkur um Danmark hava danskir næmingar og lærarar skrivað, bøkur um Svøríki hava sviar skrivað o.s.fr.

Føroyski skúlin, sum er partur av verkætlani er Norðskála - Oyrar skúli.

Her er beinleiðis leinki til Atlantbib.org

Fylg eisini Atlantbib.org á Facebook.

Samband fæst á info@atlantbib.org

Onnur tíðindi

Mynd av drongi, ið hyggur at grafum
17.04.2024

Hesa vikuna eru allir næmingar í 4. og 6. flokki…

Landsroynd Landsroyndir Landsroyndir 2024
Les meira
19.03.2024

Starv sum námsráðgevi í føroyskum á yrkis- og…

Les meira
12.03.2024

Í sBókini Plantur til matna eru meira enn 150…

Les meira
04.03.2024

Nám gevur út tvey nýggj Hey!-hefti, sum eru ætlað…

Les meira