Skip to main content

Nem mál í triðja
Nem mál í triðja

Mállærubók at brúka saman við bókaheildini Nem í triðja. Í mállærubókini eru mállæru-, rættskrivingar- orðabóka- og lesifatanaruppgávur.

Partarnir í mállærubókini hava somu heiti sum…

Nem í triðja - Læraravegleiðing
Nem í triðja - Læraravegleiðing

Læraravegleiðingin er ætlað læraranum fyri at geva honum yvirlit og stuðla honum, bæði yvirskipað og í dagligu fyrireikingini. Vegleiðingin er í tveimum pørtum, Lesifaklig vegleiðing og Vegleiðing…

Nem í triðja - Næmingabók
Nem í triðja - Næmingabók

Nem í triðja er bókaheild til føroyskt í 3. flokki. Bókaheildin fevnir um næmingabók, netbók og læraravegleiðing. Tilfarið er lagað til úr donskum. Gunnvá Dam hevur týtt og tillagað. Næmingabókin…

  • 1
  • Nem mál í triðja
    Nem mál í triðja

    Mállærubók at brúka saman við bókaheildini Nem í triðja. Í mállærubókini eru mállæru-, rættskrivingar- orðabóka- og lesifatanaruppgávur.

    Partarnir í mállærubókini hava somu heiti sum partarnir í næmingabókini: Skógvarnir siga frá, Tað grumma, Filmurin kallar, Nýggj…

  • Nem í triðja - Læraravegleiðing
    Nem í triðja - Læraravegleiðing

    Læraravegleiðingin er ætlað læraranum fyri at geva honum yvirlit og stuðla honum, bæði yvirskipað og í dagligu fyrireikingini. Vegleiðingin er í tveimum pørtum, Lesifaklig vegleiðing og Vegleiðing til partarnar.

  • Nem í triðja - Næmingabók
    Nem í triðja - Næmingabók

    Nem í triðja er bókaheild til føroyskt í 3. flokki. Bókaheildin fevnir um næmingabók, netbók og læraravegleiðing. Tilfarið er lagað til úr donskum. Gunnvá Dam hevur týtt og tillagað. Næmingabókin er í sjey pørtum,og hvør partur leggur dent á okkurt ávíst. Bókaheildin byggir á…

  • 1

Um útgávuna Nem í triðja

Á kanningarferð

Nem í triðja er ein bók, sum tú fert at brúka í føroyskum. Í Nem í triðja fert tú at læra nógv nýtt. Tað fer heilt víst at verða stuttligt!

Ert tú forvitin?

Blaða so í bókini.

Vit nevna bøkur, sum verða brúktar í ávísum lærugreinum, fyri yrkisbøkur. Áðrenn tú byrjar at lesa eina yrkisbók, skalt tú blaða í henni. Hygg at forsíðu, baksíðu, innihaldsyvirliti og myndum.

Blaða í Nem í triðja

  • Hvat heldur tú, at tú fert at læra?


Netbók

Netbókin talgild bók, sum er ríka við ljóði, uppgávum, filmsvegleiðingum, filmum, snildum og frymlum.

Far á kanningarferð í Nem í triðja - netbók, ibok.nam.fo

Hugabrot

Hugabrot merkir, at tú skalt steðga á og hugsa teg væl um, tí nú fert tú at læra okkurt nýtt. Hugabrotini eru øll samlað í orðafrágreiðingini aftast í bókini.

Á breddanum

Í bókini er ein rúgva av orðum. Tú kennir tey flestu frammanundan, men nøkur eru nýggj og ókend. Tað er altíð gott at arbeiða við serstøkum orðum í einum teksti, áðrenn tú lesur sjálvan tekstin. Serstøku orðini standa á breddanum niðast á síðuni.

Mál og eftirmetingar

Í Nem í triðja eru 7 partar. Hvør partur hevur týðilig mál, sum standa fremst í hvørjum parti. Her sært tú, hvat tú skalt læra í partinum. Tá ið parturin er liðugur, skalt tú eftirmeta. Tú skalt kanna eftir, um tú hevur rokkið málunum fyri partin.

Vónandi verður tað stuttligt og gevandi at arbeiða í Nem í triðja.