Skip to main content

Falstíðindi

 

Falstíðindi eru eisini kend sum fake newshow to find phd topic phd thesis book pharmacy. Her er tilgjørd mynd av rúmdarmonnum, sum eru lendir í Gundadali. Varð myndin brúkt at prógva hugsaðu hendingina, so vórðu hetta falstíðindi.

 Uppgáva:  Ein dag um árið eru øll samd um, at vit kunnu finna uppá falstíðindi. Hvør er tann dagurin?

Til eru nógv sløg av falsaðum tíðindum, ið kunnu vera álvarsom og tilætlað, men sum í onkrum føri kunnu byggja á ósketni ella ódugnasemi, sum tá skeivt navn verður sett á eina bygd í sjónvarpstíðindum, ella ein bókaperma verður prentað speglvend. Tá er falsingin ikki tilætlað og vit kunnu ikki siga, at hetta vóru falstíðindi.


Loch Ness

Falstíðindi kunnu eisini verða so lívsseig, at tey koma í miðlarnar, har tey liva teirra egna lív, hóast vit øll vita at hetta er ikki sætt. Dømi um hetta er ferðamálið Loch Ness í Skotlandi, har skrímslið Nessie sigst halda til.

BBC bar hesa tilgjørdu mynd í 2017, tá fleiri fólk enn nakrantíð søgdu seg hava sæð skrímslið Nessie, sum minnir um nykin á okkara leiðum.

Álvarsamari eru tey staðfestu søguligu dømi, har myndugleikar, ið hava fremstu makt í samfelagnum, eisini hava fjaldar, men greiðar ætlanir at falsa tíðindi.

Endamálið hjá íspinnaranum av falstíðindum er altíð at almenningurin veit av ongum og ikki fær minsta varhuga av at verða lumpaður.

Í peningastovnum verja tey seg móti ólógligari hvíttan, whitewashing, av pengum. Eisini er komið fram eitt hugtak, sum á enskum rópast greenwashing. Tað er, tá onkur vil fjala ætlanir um sparing og kallar átakið burðardygt.

 Uppgáva:  Kunnu falstíðindi stigbendast? Eru summi tíðindi eitt sindur falsaði og onnur meir?


Tá álitið rýkur

Álit er eitt grundstøði, sum alt samskifti byggir á. Tá álitið rýkur, ber ikki til at samskifta sum fyrr. Vilja partarnir halda fram at samskifta, verður uppgávan at endurreisa álitið. Er samskiftið ein vøra, sum er til sølu, kann hetta føra til húsagang ella í minsta lagi minkandi undirtøku á marknaðinum.

Henda álitiskreppa rakti týska tíðarritið Der Spiegel fyri jól í 2018. Tey løgdu til merkis, at høgt virdi blaðmaðurin Claas Relotius í fleiri førum hevði funnið uppá keldur, sum hann bygdi stórar blaðgreinar á. Fyri virksemið fekk hann virðislønir og varð endurgivin í altjóða miðlum.

Leiðslan á Der Spiegel varð skakað og skrivað beinanvegin fráboðanina Dieses Haus ist erschüttert, sum byggir á kanning hjá starvsfelagnum Juan Moreno.

Týska tíðarritið skrivað eisini eina enska umbering


Uppgáva:   Leitið á Wikipedia og finnið so mikið av upplýsingum um Claas Relotius, at tit kunnu greiða flokkinum frá um hann og hansara arbeiði.

Leitið á Wikipedia eftir týska tíðarritinum Der Spiegel fyri at kanna søguna hjá tíðarritinum. Nær byrjaði tíðarritið? Hvat er upplagstalið? Hvat merkir heitið?

Hin bretska Wikipedia sigur, at tíðarritið Der Spiegel hevur havt týdning fyri investigative journalism. Tosið við Felagið Føroysk Miðlafólk um investigative journalism og spyrji, hvat tey kalla henda arbeiðshátt á føroyskum. Hvat er eyðkenni fyri journalistiska arbeiðsháttin? Kenna vit dømi um arbeiðsháttin í Føroyum? 

Hvat merkir tað, tá ein journalistur verður funnin sekur í at hava logið og funnið uppá keldur í einum kendum miðili sum Der Spiegel? Hvørjar avleiðingar fær tað fyri journalistin sjálvan og tey, sum hava givið honum virðislønir og endurgivið hann? Hvør var tað, sum avdúkaði Claas Relotius?

Myndin vinstru megin er klipt av heimasíðuni hjá Bild. Hyggið eftir myndini, lesið týska myndatekstin, og finnið fram til, um forsíðan er ektað. Tosið nú aftur um álit á journalistar og hvønn týdning tað hevur, tá ein kappingarneyti missur álitið hjá haldarum, lesarum og lýsarum. Kann kreppan verða øðrum til fyrimunar? Hvørjum og hvussu?

Lenin við Trotskij í 1920

 

At spjaða falstíðindi er eins gamalt fyribrigdi sum prentlistin hjá Gutenberg fyri meir enn 500 árum síðan.

Úr nýggjari tíð nevna vit tvey søgulig dømi um tíðindi, har próvfast er, at talan var um tilætlað falstíðindi.

Á myndini talar Lenin fyri sovjettiskum hermonnum í 1920. Trotskij, sum er næstur á trúnuni, stendur høgrumegin talarastólin.

Lenin uttan Trotskij

Tá Lenin doyrí 1924, fara Stalin og Trotskij at dystast um maktina. Stalin vinnur, Trotskij verður koyrdur úr flokkinum í 1927 og vístur úr landinum í 1929.

 

Tí verður hann strikaður av øllum myndum, sum tað almenna eigur. Sovjettsamveldið var um hetta mundið millum fremstu lond at brúka film og foto.

 

 Uppgáva:   Hví munnu kend fólk verða strikað úr søgubókum? Hví munnu onnur verða hálovað og lyft fram? Hvørji fólk skapa søguna og sleppa við í søgubøkurnar? Skiftið orð um hetta í flokkinum.


Hillsborough í 1989

 

Í 1989 skrivar bretska avísin The Sun um eina ólukku á Hillsborough-leikvøllinum í Sheffield, har hálvfinala er millum Liverpool og Nottingham Forest. Ólukkan elvir til, at 96 viðhaldsfólk hjá Liverpool doyggja og 766 verða løstað. Fýra dagar seinni skrivar avísin undir yvirskriftini “The Truth”, at ólátaðu viðhaldsfólkini høvdu alla skyldina. The Sun verjir løgregluna og skrivar á forsíðuni, at viðhaldsfólk hjá Liverpool stjólu úr lummunum hjá teim deyðu og pissaðu á løgreglufólkini.

Í Liverpool varð avísin boykottað og eingin í býnum vildi úttala seg til The Sun.

Tey avvarandi høvdu stríðst móti falsaðu tíðindunum í avísini í 27 ár, tá tey fingu viðhald í 2016. Tann dagin tosaði fyrrverandi blaðstjórin, Kelvin MacKenzie, við BBC. 

Heimildarfilmurin Hillsborough (Daniel Gordon UK 2014) er gjørdur um hendingina. 

 Uppgáva:  Hvat segði avísin The Sun verða orsøkina til ólukkuna á Hillsborough-vøllinum í 1989? Hvat hendi 27 ár seinni? Hvat umdømi og lagnu fekk avísin The Sun í Liverpool?


Brúkarin verður framleiðari

 

Falstíðindi kunnu at síggja til vera heilt vanlig tíðindi, sum journalistar skriva av beráddum huga, í einum kendum miðili, sum vit hava álit á. Falstíðindi hava altíð verið í umfari og kunnu ikki knýtast til ávís tíðarskeið ella ávísar hugsjónir.

Samstundis sum vit øll hava atgongd til skjótasta netsamband og nýggjastu samskiftisamboð, eru alt fleiri, ið duga kunningartøkni so væl, at tað er lættari enn nakrantíð at gera egið miðlatilfar. Fyri fyrstu ferð í søguni kunnu vit um somu tíð eins væl verða brúkarar og framleiðarar, ið breiða falstíðindi og falsboð við duldum endamáli.

Vit kunnu brúka heimasíður, ið eru álitisvekjandi, men ikki brúka hevdvunnin journalistisk prinsipp. Hevdvunnin journalistisk prinsipp síggjast millum annað á norsku heimasíðini Vær varsom.  Oftast brúka vit tó sosialar miðlar at skapa falstíðindi og at seta tey í umfar. Kendastu eru Snapchat, Instagram, Twitter og Facebook.

 Uppgáva:  Hyggið eftir norsku plakatini, sum kallast Vær Varsom. Hvørji journalistisk ráð gevur plakatin?

Lesið ráðini frá Thomas Ravn-Pedersen. Hvørji eru, eftir hansara meting, tey bestu miðini at arbeiða eftir, tá ein er journalistur?


Svik ella fals

 

Sum bretska avísin, The Guardian, skrivar í september í 2018, ber eisini til at falsa brúkarastýrdar heimasíður. Ein italskur maður hevur fingið dóm og fonsulsrevsing fyri at hava logið um brúkaratøl á TripAdvisor. Logið hevur verið um tølini, so ávís tænastustøð í Italia hava fingið nógv hægri og betri ummæli enn rætt er. Hetta fyri at lokkað viðskiftafólk til.

 Uppgáva:  Hvat er TripAdvisor? Hvønn týdning hevur tænastan fyri matstovur?

Nummar eitt á TripAdvisor

 

Í 2017 lýsti journalisturin Oobah Butler á Vice magazine við eini nýggjari bretskari matstovu, sum kallaðist The Shed at Dulwich. Matstovan er lýst soleiðis á Wikipedia.

Sama matstova er eisini lýst á 18 minuttir drúgvum filmi á YouTube.

Sannleikin um matstovuna er, at hon er eitt hoax, eitt uppfunnið svik, at lumpa fólk yvirhøvur. Men tað løgna er, at matstovan, sum ikki er til, fær sera góð skoðsmál á brúkarastýrdu tænastuni TripAdvisor.

 Uppgáva:  Kundi hetta hent í Føroyum?


Heini um falstíðindi

Her hevur Heini í Skorini eina framløgu í 40 minuttir um falstíðindi. Upptøkan er frá Læraradøgunum, sum Nám og Mentamálaráðið skipaðu fyri í Norðurlandahúsinum 7.-8. november í 2018. 

Eftir framløguna, sum vísur eina rúgvu av útlendskum dømum, sigur Heini sum svara uppá ein spurning úr salinum: - Vit hava ikki føroyskar aktørar, sum uppfinna fakenews, falstíðindi (37 min).

 Uppgáva:  Hyggið eftir framløguni hjá Heina í Skorini, sum varir 40 minuttir. Skiftið orð um falstíðindi bara eru í útlendskum miðlum, ella um falstíðindi eisini eru í føroyskum miðlum.


Forbronglar hann veruleikan?

 

Greitt er, at nógva kjakið um falstíðindi ávirkar orðavalið í almenna rúminum. Ikki minst, tey, sum viðmerkja undir tekstinum, og ikki himprast við at kasta teimum skrivandi politisk motiv fyri.

Allir miðlar, prentaðir og talgildir, taka upp lesarabrøv. Onkuntíð kunnu somu miðlar biðja um tíðargreinar um ávís evni. Kann henda, at onkur miðil síðan ger eina journalistiska viðgerð av innsendu meiningunum, sum kendir persónar seta fram á henda hátt í lesarabrøvum ella greinum.

Í september í 2018 skrivar búskaparfrøðingurin, Johnny í Grótinum, at Bústaðir gera føroysku bústaðarneyðina verri.

Stjórin í Bústøðum, Andras Róin, svarar straks aftur. Hann sigur m.a. at hin fyrri tilvitað ynskir at forbrongla veruleikan.

Kjakið teirra millum heldur fram. Í báðum førum eru tað greinar ella lesarabrøv, sum ikki hava fingið journalistiska viðgerð, men hava egið persónsnavn undir. Vit vita, hvør skrivar og síggja, hvør viðmerkir undir greinunum. Eftir stendur lesarin sum kánus, tí hvør man hava rætt?

 Uppgáva:  Leggja vit størri vekt í meiningar, sum kend fólk bera fram í einum lesarabrævi ella tíðargrein?


Hvat fekk hann í uppsagnarløn?

 

Eftir at stjórin varð sagdur upp í Betri, hava fremstu tíðindini verið um uppsagnarlønina. Ein miðil sigur tvífalt so nógv sum hin. Eru fortreytirnar fyri upphæddini tær somu, so er skilligt, at báðir miðlar kunnu ikki hava rætt.

 Uppgáva:  Hvørjar eru keldurnar til hesi tíðindini? Hvønn týdning hevur álit, tá vit hava við ein tíðindamiðil at gera?

Sterkar kenslur eru bestar at selja

 

Ofta eru tað sterkar kenslur, sum elva til falstíðindi. Grindadráp í Føroyum er eitt dømi, sum kann vekja tílíkar kenslur. Í hesi søgu í Dimmalætting um springarar er ilt at siga, hvat passar og ikki:

 Uppgáva:  Lesið alla søguna í Dimmalætting um springaradrápið. Hvør verður “hongdur út” í søguni? Kann hugsast, at nakar partur í søguni vil káva útyvir nakað, ið hendi og geva onkrum øðrum skyldina?

Forsetin um falstíðindi

 

Síðan amerikanski forsetin, Donald Trump, varð tikin í eið við ársbyrjan í 2017, er áhugin fyri elligamla hugtakinum falstíðindi vaksin nógv. Orsøkin er, at amerikanski forsetin vil vera við, at tey tíðindi, ið ikki tala hansara søk, eru øll somul falstíðindi.

 Uppgáva:  Leitið frítt á netinum og savnið klipp á YouTube, har amerikanski forsetin, Donald Trump, ákærir amerikansku pressuna fyri at skapa falstíðindi. Grundið yvir, hví hann ger tað, og hvat veljarin man halda um hesa atferð.

Hevur Trump skapt ársins orð í Føroyum?

 

Fyri summi er hann sannførandi, meðan onnur halda lítið um hann og hansara markleysu øði, tá umræður amerikansku pressuna. Fleiri halda, at soleiðis eigur ein forseti ikki at siga ella bera seg at. Aftur onnur eru fegin um, at sjálvt ein virðiligur forseti kann verða so óður, sum Donald Trump er, tá hann hartar amerikansku pressuna. Helst av hesi somu orsøk er hugtakið falstíðindi valt at vera ársins orð í enskttalandi heiminum í 2016. Í 2018 mælti føroyska Málráðið til at brúk heitið falstíðindi fyri enska fake news.

 Uppgáva:  Finnið fram til felagið Føroysk Miðlafólk. Avtalið at hitta eitt umboð fyri nevndina at hoyra teirra lýsing av falstíðindum. Umframt at biðja um eina lýsing av falstíðindum, skulu tit eisini biðja um eina meting av tí trúvirði, sum føroyskir miðlar hava. Avtalið í flokkinum, um tit vilja hitta umboðið persónliga, í telefonsamrøðu ella í telduposti. Grundgevið fyri, hvør máti at gera samrøðu er bestur eftir tykkara tykki. Lidna samrøðan skal leggjast fram fyri flokkinum.

Tá journalistar verða ein hóttan

 

Í oktober í 2018 kemur fram at saudiarabiski journalisturin Jamal Khashoggi er horvin í Turkalandi. Hann rýmdi úr heimlandinum tá twitterkontan hjá honum varð stongd árið fyri. Khashoggi hevur verið atfinningarsamur móti Saudiarabia, og tá hann fer inn á sendistovuna hjá heimlandinum í Istabul, sær eingin hann aftur. Sum frá líður kemur fram at atfinningarsami journalistur er myrdur.

 Uppgáva:  Hví verður ein journalistur mettur sum stórur fíggindi, at hann má myrðast?
Finnið onnur dømu um journalistar, sum eru myrdir.
Vit hyggja at hugtakinum at hvítta pengar. Soleiðis hevur tað verið rópt, tá okkurt ólógligt fer fram í fíggjarheiminum. Nógv fólk ansa eftir, at tílíkt ikki hendir. Men hvør var tað, ið uppdagaði ólógliga hvíttvasking av pengum í einum banka í Estlandi?
Hvør var tað, sum fann fram til umfatandi skattasvik fyri meir enn 400 milliardir krónur í Evropa?
Leitið á netinum eftir hesum báðum søgunum.
At enda tosa vit í flokkinum um, hvønn týdning, pressan hevði í hesum báðum førum.
 

 Uppgáva:  Kjakist í flokkinum um fjórða statsvaldið. Hvørji eru hini statsvøldini og hvat serstakt er við tí fjórða? Hvat hevði hent, um fjórða statsvaldið í øllum heimsins londum varð samskipað í eina eind?