Skip to main content

Eitt land við 2,2 milliardum fólkum

 

Í BBC sendingini Beyond 100 Daysphd thesis medical education best blog writing services eru tveir vertir. Katty Kay er í Washington og Christian Fraser er í London. Tey tosa livandi um politisk viðurskifti, fyrst og fremst úr Hvítu Húsunum í USA, men eisini um Brexit og onnur politisk og vinnulig viðurskifti, sum skapa altjóða tíðindi. Í sendingini 12. september í 2018 sigur Katty Kay við medvertin Christian Fraser: - Hugsa tær eitt land har 2,2 milliardir fólk liva?

Landið hon sipar til, er Facebook har staðfest er, at minst 2,2 milliardir fólk logga á hvønn mánað.

Orsøkin til at hon yvirhøvur tosar um Facebook, er at stjórin og eigarin, Mark Zuckerberg, skal til forhoyr hjá amerikanskum myndugleikum júst hesa vikuna.

Prátið millum sjónvarpsvertirnar heldur fram, og Katty May, sum er 53 ára gomul og sjálv brúkar Facebook, sigur, at hon eigur fýra børn, og at unga dótturin heldur mammuna vera ein dinosaur, tí hon brúkar Facebook. - Eg brúki bara Snapchat og Instagram. Facebook er fyri dinosaurar, sigur dótturin við Katty Kay.

 

 Uppgávur:  

  1. Hvat er fólkaríkasta land í verðini? Berið saman fólkatalið í Føroyum við fólkatalið í heimsins fólkaríkasta landi.
  2. Um Facebook var eitt land, hevði tað so havt nakra makt?
  3. Er tað hóskiligt, at journalistar tosa um privat viðurskifti, til dømis úr egnari familju, so sum sæst omanfyri?
  4. Kannið eftir, hvørjar miðlar tínir floksfelagar brúka. 
  5. Kannið eftir hvørjar miðlar foreldur at somu næmingum í flokkinum og lærarar á skúlanum brúka. Tey, ið svara, skulu vera dulnevnd.
  6. Eru sosialir miðlar loyvdir í øllum londum? Leitið á netinum og gerið eitt dagført yvirlit.
  7. Kannið eftir, hvat liggur í heitinum á sjónvarpssendingini Beyond 100 Days.